POLITIKKUR
Herfyri segði Jóannes Eidesgaard, samgonguleiðari og løgmaður, við Sosialin, at í málinum um Alfred Olsen lá bólturin hjá Sambandsflokkinum.
Alfred Olsen segði seg 21. desember í fjør úr samgonguni. Hann varðveitti tó sín formanssess í Løgtingsins rættarnevnd, og bæði Alfred Olsen sjálvur, formaður Javnaðarfloksins á tingi, Kristian Magnussen, og formaður Tjóðveldisfloksins, Høgni Hoydal, hava sagt, at Alfred Olsen er ikki partur av andstøðuna á tingi.
Tosa saman
Sostatt er Alfred Olsen hvørki partur av samgonguni ella andstøðuni, men sjálvur hevur Alfred Olsen samanborið sín leiklut við tann hjá Kára P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, sum er í valbólki við samgonguni.
Enn er tó ikki greitt, um vend kemur í málið.
Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur við Sosialin í dag, at tey samskifta við Alfred Olsen um málið, men at einki nýtt er at frætta enn.
- Tað gongur nokk hendan vikan, sigur Kaj Leo Johannesen.
MYNDATEKSTUR
Innanfyri og uttanfyri. Alfred Olsen er hvørki partur av samgonguni ella andstøðuni