Nýggi formaðurin Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, bar í fyrstu formansrøðu síni, sum var árfrágreiðingin til landsfund Sambandsfloksins, Sambandsflokkin saman við lívið á útoyggj, og nevndi í hesum sambandi Mykines.
Hann segði, at Mykinesfólk hava altíð livað tætt at náttúruni og verið noydd at drigið somu línu, tí ella hevði ikki borið til at livað á einum slíkum stað, segði Kaj Leo Johannesen.
?Hetta er eisini galdandi fyri sambandsflokkin, segði hann. Um tað eru einstaklingar í flokkinum, sum bert arbeiða fyri seg sjálvar, og ikki fyri endamál floksins, so fáa vit ikki tað neyðuga álitið frá fólkinum til at menna land okkara og fáa harvið ov lítið burturúr.
Hann heitti staðiðliga á sambandfólk um at standa saman og vísa øðrum politiskum flokkum, fjølmiðlunum og fólki yvirhøvur, at Sambandsflokkurin ikki er ein flokkur av einstaklingum, sum renna hvør í sína ætt og onga miðvísa leið hava.
Men um hann metti framtíðarútlini hjá Sambandsflokkinum javnt við verandi útlitini hjá útoyggjunum, segði hann kortini einki um.
Fjølmiðlar á skránni
Eitt evni, sum gekk aftur hjá nógvum teirra, sum tóku orðið á lndsfundi Sambandsfloksins um vikuskiftið, var hvussu fjølmiðlarnir seta dagsskránna. Kanska serliga í politiskum málum.
Hetta dámdi ikki øllum líka væl, og nýggi formðaurin heitti í formaðnfrágreiðing síni beinleiðis á lokalfeløgini hjá Sambandsflokkinum um longu nú at fara at hugsa um at seta fólk við til komandi val. Soleiðis at hesi fólk kunnu venja seg til at føra seg fram í fjølmiðlunum og á tann hátt vinna eitt val.
Tað tóktist, sum høvdu smabandsfólk í ávísan mun hug at geva fjølmiðlunum skuldina fyri, at valúrslitið ikki varð tað, tey høvdu vónað, og sum ymsar veljarakaninar frammanundan løgdu upp til.
Kaj Leo Johannesen segði soleiðis í formansfrágreiðing síni:
»Tað er ein sannroynd, at fjølmiðlarnir hava fingið stóra ávirkan á, um ein politiskur flokkur klárar seg væl ella minni væl. Tað er gjøgnum fjølmiðlarnar, at vit røkka inn í hvørt húski í Føroyum, og tað setir krøv.
Byrjanin til góða politiska Sambandseind er uppstillingarhátturin. Tað er meiningsleyst, at fólk verða sett á valevnislistar, sum als ikki hava áhuga fyri at vera á listanum.«
Hann heitti tí á fólk um at brynja seg út longu nú. Bæði til kommunuvalini, sum verða í heyst, og til komandi løgtingsval.
Eisini aðrir røðarar á landsfundinum høvdu á orði, hvussu fjølmiðlarnir eftir teirra tykki ikki bara høvdu ávirkað, men eisini beinleiðis stýrt valstríðnum upp undir seinasta løgtingsval.
Hóast tey ikki søgdu tað beinleiðis, var heilt greitt at skilja millum orðini, at sambandsfólk høvdu hug at kasta fjølmiðlunum fyri, at úrslit floksins ikki gjørdist tað, tey høvdu sett nøsina upp eftir.
Samgonguskjalið er Samband
Sambandsfólk fegnaðust á landsfundinum um, at Sambandshugsjónin í rættiliga stóran mun sást aftur í samgonguskjalinum, sitandi samgonga arbeiðir eftir.
Fleiri teirra, sum høvdu orðið søgdu eg hava lagt merki til, at Sambandsflokkurin hevði sett síni fingramerki allastaðni á samgonguskjalið, og staðfestu tað millum annað við, at flokkurin hevði fingið tveir teir týdningarmiklastu landsstýrissessirnar yvirhøur. Nevniliga fíggjarmál og fiskivinnumál.
Formaðurin segði í formansfrágreiðing síni, at nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum er komið við í samgonguskjalið frá A til Z.
Men hóast tað, at sambandsfólk fegnast um at hava sett síni fingramerki á samgonguskjalið, sum tey siga seg eiga frá A til Z, var ógvuliga lítið orðaskifti um onnur politisk evni enn flutning av fiski og fiskaprísir á landsfundi Sambandsfloksins. Mál sum almannamál og mentan vórðu at kalla ikki nevnd á landsfundinum annað enn, at formaðurin í frágreiðing síni kom inn á, at vælferðin er ein mannarættur. Hann nam í hesum sambandi eitt sindur við heilsuverkið og fyribyrging, eins og hann segði, at vit gjøgnum almannaverkið og ALS hava skyldu at tryggja teimum, sum á ein ella annan hátt eru komin illa fyri í samfelagnum.
Samfeðslan fekk heldur ikki ta nógvu viðgerðina. Mest var tað vágatingmaðurin, Marjus Dam, sum í sambandi við, at næstformaðurin í danska Vinstraflokkinum kom á fundin, tosaði eitt sindur um framtíðina hjá flogvøllinum í Vágum.
Nýggi formaðurin i Sambandsflokkinum er sambandsmaður. Men um hann er traditionellur sambandmaður, sum fyri einhvønn vil halda fast í sambandinum við Danmark, sum vit kenna teir gomlu sambandmenninar, kann vera ivasamt. Hann er ES-sambandsmaður. Tað letur hann ongan iva vera um.
Tó vil hann halda fast um Føroyar um sjavstýrandi tjóð í ríkinum, sum í hansara hugaheimi er danska kongaríkið. Eisini vil hann arbeiða fyri einum frælsum vinnu- og granskingarumhvørvi, eina og hann meti vælferðina at vera ein mannarætt.