Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin vinna teir báðar fólkatingssessirnar. Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið og Vágaportalin.
Kanningin vísir, at Sambandsflokkurin verður størstur við 28,8 prosentum. Tað er ein framgongd upp á 5,3 prosent í mun til úrslitið á seinasta fólkatingsvalið.
Javnaðarflokkurin verður næststørstur við 24,3 prosentum, sum er neyvt tað sama, sum á seinasta fólkatingsvalið.
Triðstørstur verður Tjóðveldi, sum fær 21,6 prosent, og sum tí sambært kanningini missir sín fólkatingssess.
Fólkaflokkurin kemur ikki upp í part millum hinar stóru flokkarnar sambært kanningini, sum gevur flokkinum 18,6 prosent av atkvøðunum.