Sambandsflokkurin vinnur og Tjóðveldi tapir

Sambandsflokkurin og Framsókn vinna mest, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin missa mest. Javnaðarflokkurin stendur í stað, og Fólkaflokkurin verður næststørsti flokkur

Eirikur Lindenskov

Tað vísir nýggjasta veljara­kanningin, sum Gallup gjørdi fyri Sosialin fyrrakvøldið. Sam­bært kanningini fær Fólka­flokkurin 23 prosent, sum er ein framgongd upp á 2,9 pro­sent í mun til valið í 2008.
Sambandsflokkurin fær 24,6 prosent, sum er ein fram­gongd upp á 3,6 pro­sent í mun til seinasta løg­tings­val. Flokkurin fær ein ting­sess afturat, og fær átta ting­sessir.
Javnaðarflokkurin stend­ur í stað. Hann fær 19,2 pro­sent í mun til 19,3 prosent sein­ast. Flokkurin varðveitir sínar seks tingmenn.
Sjálvstýrisflokkurin fær 3,5 prosent, sum er ein aftur­gongd upp á 3,7 prosent – flokkurin missir størra helm­ingin av atkvøðunum. Flokk­urin missir annan ting­sessin.
Tjóðveldi hevur størstu afturgongdina. Hann fær 18,4 prosent, sum er ein aftur­gongd upp á 4,9 prosent. Flokk­urin missir tveir ting­sessir og fær seks.
Miðflokkurin gongur eis­ini aftur. Hann fær 6,2 pro­sent, sum er ein afturgongd upp á 2,2 prosent. Flokkurin missir ein tingsess og fær tveir.
Framsókn fær 5 prosent av atkvøðunum og tveir løg­tingssessir.
Um vit hyggja eftir teimum veljarakanningum, sum eru gjørdar seinastu tvey árini, so hevur tað svingað nógv hjá Sambandsflokkinum. Við ársbyrjan í 2010 lá hann um 30 prosent. Hann var eitt skift­ið niðri á 26 prosentum, men hevur so aftur verið oman fyri 31 prosent í januar í ár. Á fólkatingsvalinum var hann eisini oman fyri 30 pro­sent, men síðani hevur gingið afturá, so at hann nú er komin niður á 24,6 pro­sent, sum kortini er ein pen fram­gongd í mun til sein­asta løgtingsval. Hetta vísir kortini, at flokkurin hevur mist stóran part av tí undir­tøku, sum hann sambært veljara­kanningum hevur havt síðani seinasta val.
Fólkaflokkurin sær tú til at hava gjørt ein góðan enda­spurt, tí sambært kann­ingini endar hann sum næst størsti flokkur við 23 prosentum, og harvið leggur hann sjógv millum seg og Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Fólkaflokkurin hevur verið niðri á 16 prosentum fyri fáum mánaðum síðani, men serliga seinastu vikurnar hevur hann tikið seg nógv fram – og bara síðani fólka­tings­valið hevur hann vunn­ið fýra prosent.
Tað kann verða stríðið um formanssessin, sum hevur gjørt mun, og kanska taktikkurin hjá Óla Breck­mann við at skjóta upp Anniku Olsen til forkvinnu fyri at vinna atkvøður í høvuðs­staðnum hevur givið bonus.
Hóast Javnaðarflokkurin stendur í stað, so hevur flokk­urin havt sera stóra fram­gongd í veljara­kann­ing­ini – sum í januar­mán­aði gav flokkinum niðan fyri 13 prosent. Eftir for­mans­skiftið hevur flokkurin vunnið undir­tøku í veljara­kann­ing­um, og hann sær út til at hava vunnið alt tað mista aftur.
Sjálvstýrisflokkurin hevur svingað í veljarakanningum. Hann hevur verið uppi á 6-7 prosetnum, sum líkist tí, sum hann hevði á valinum seinast. Men serliga seinastu vikurnar er hann rættiliga dalaður í kanningunum, sum nú bara gevur honum eina slaka helvt av tí, sum hann fekk á seinasta vali.
Tjóðveldisflokkurin hevur havt penar veljarakanningar, sum hava givið honum væl meira, enn flokkurin fekk á seinasta vali. Hann hevur verið uppi á 27 pro­sentum, men er rættiliga dalaður, ser­liga síðani innan­hýsis­stríðið, sum førdi til at Sjúrður Skaale fór úr flokkinum fyrr í ár. So slaka undirtøku hevur Tjóð­veldisflokkurin ikki havt, síðani Høgni Hoydal lyfti flokk­in upp til størsta flokk í 1998.
Framsókn sær út til at hava fingið fótin fyri seg. Tað sær ikki út til, at flokkurin tekur frá Fólkaflokkinum – men kanska frá Tjóð­veldis­flokkinum.