Sambandsfólk vilja hava danskan viðgerðarstovn

Uttan um landsstýrismannin á økinum hevur fíggjarnevndin hjá Løgtinginum gjørt av, at danski rúsevnisviðgerðarstovnurin Novavi skal hava 2,9 milliónir krónur á fíggjarlógini.

 

Erhard Joesen úr Sambandsflokkinum er formaður í fíggjarnevndini. Hann sigur, at tað er eitt ynski frá limum í Sambandsflokkinum, at ein danskur stovnur, sum viðger fólk við rúsevnistrupulleikum, skal hava 2,9 milliónir á fíggjarlógini

Tað segði Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í fíggjarnevndini við Deg og viku í kvøld.

Og orsøkin til, at hesin viðgerðarstovnurin skal á fíggjarlógina er ikki tí, at tað er tað sum landsstýrismaðurin í heilsumálum, ella heilsumyndugleikarnir í Føroya halda tað. Tað er tí, at tað er eitt ysnki frá nøkrum limum í Sambandsflokkinum, ið sum formaðurin í fíggjarnevnini sigur, »eru rættiliga væl inni í viðurskiftum um rúsevnisviðgerð«... 

Vit hava spurt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann, um tað er rætt skilt, at hann als ikki hevur verið við í hesum, og at fíggjarnevndin av sínum eintingum er farin at føra rúsevnisviðgerðarpolitikk, sum nátúrliga átti at ligið hjá landsstýrismanninum í heilsumálum og hjá heilsumyndugleikunum.

– Teir vóru á einum fundi einaferð og greiddu frá, hvat teir gjørdu.

– Men at seta pening av beinleiðis til privata fyritøku frá Løgtingum, tað er skeivt, sigur landsstýrismaðurin.

– Eg havi ikki verið við í tilgongdini, men at sjúkrahúsverkið keypir tænastur frá teimum upp á sama máta sum við øðrum veitarum, tí havi eg sum so einki ímóti, men eg veit ikki, hvussu hetta skal gerast í praksis, tað veit fïggjarnevndin vónandi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum er landsstýrismaður á økinum.

Sambært fíggjarnevndarformanninum, er argumentið hjá danska stovninum, Novavi, sum sambandsfólkini vilja hava til Føroya, at hesin stovnur kann bjóða okkurt, sum føroysku stovnarnir, sum eru frammanundan, ikki kunnu bjóða.

 

Erhard Joesen úr Sambandsflokkinum er formaður í fíggjarnevndini. Hann sigur, at tað er eitt ynski frá limum í Sambandsflokkinum, at ein danskur stovnur, sum viðger fólk við rúsevnistrupulleikum, skal hava 2,9 milliónir á fíggjarlógini