Sambandsflokkurin er ikki at vika. Tað stendur púra greitt eftir tíðindafundin á Hafnia í gjár, tá formaður floksins, Edmund Joensen, lyfti lokinum í viðgerðini av Hvítubók.
? Bókin er eitt satt vónbrot, vil hann vera við.
? Eitt heilt ár hava vit bíðað í spenningi eftir svarunum í sambandi við føroysku fullveldisætlanirnar, men eftir okkara metum setir bókin ístaðin fleiri spurningar, helt formaðurin fyri.
Higartil hava føroyskir politikarar verið sera varnir við at sáa iva um trúvirðið í útgreiningararbeiðinum. Helst hava teir hildið vanda vera fyri at niðurgera tey vælútbúnu fólk, ið hava staðið fyri umfatandi arbeiðinum. Men Edmund legði ikki fingarnar ímillum.
? Vit ivast stórliga í trúvirðinum á Hvítubók. Sagt hevur verið, at arbeiðið skuldi vera óheft og sakligt, men kortini stuðlar hon so at siga einvíst uppundir fullveldi, segði Edmund Joensen
Vandamálini burturkrógvað
Hóast formaður Sambandsfloksin heldur búskaparpartin vera hin mest áhugaverda, hevur hann lítið gott at bera hesum verki. Hann heldur, at menn hava verið alt ov bjarskygdir í spádómum og niðurstøðum. Formaðurin sigur seg vera vónbrotnan, tí bókin sambært honum í ov lítlan mun vísir á vandamál.
? Tað tykist, sum tilvitaður dentur er lagdur á positiv árin av einum fullveldi. Vit sambandsmenn ivast t.d. í, um tað ber til at grunda eitt fullveldi á 5 sera góð ár, og vit halda tískil at búskaparligu metingarnar í bókini eru alt ov veruleikafjarar, ger Edmund Joensen púra greitt.
Greiðir spádómar
Verður formaður Sambandsfloksins politiskt tulkaður eftir fundin á Hafnia, ber til at siga, at hann og felagar enn sum áður standa stinnir í ríkisfelagsskapinum við Danmørk. Í Sambandsflokkinum tykist høllur sostatt ikki vera á: Samband er best, og gerast Føroyar fullveldi verða tær eftirbátur so tað stendur eftirí?
Til tess at gera henda boðskap púra greiðan, tendraði Edmund uppvørpuna og vísti stóra og greiða ritmynd á vegginum. Tað bar ikki til at tulka henda graf øðrvísi enn, at verður »sambandsleiðin« gingin, sum tikið varð til, fer búskaparligi grafurin miðvísur klintrandi á skák uppeftir. Edmund Joensen skoytti kortini uppí, at sambandsgrafurin væl kundi gerast uppaftur brattari, og peikaði síðani við høgru hond beint uppundir hválvið.
Fullveldisgrafurin var harafturímóti heldur slakur og niðurnívdur. Hann snaraði seg seigliga frammeftir, og lá at kalla vatnrættur. Viðvíkjandi hesum partinum peikaði Edmund álvarsamur niður á hotel-teppið á Hafnia til tess at leggja dent á, at tað sum einki kundi gangast nógv verri.
Stór meirilutakrøv
Hóast Sambandsflokkurin sambært fundarluttakarunum á ongum sinni verður fyri fullveldi, hevur flokkurin kortini sína hugsan um, hvussu eigur at verða farið fram í sambandi við fólkaatkvøðurnar.
? Skulu vit hava fullveldi, er neyðugt at tvey løgting samtykkja nýggja sáttmálan, sum í minsta lagi 80 - 90% av veljarunum hava tikið undir við, segði Edmund Joensen, og samanbar fólkaatkvøðurnar við treytirnar fyri broytingum í stýrisskipanarlógini.