AB-KÍ
Tvørturímóti siga tey í KÍ, at har er nógv gjørt, til tess at fáa dystin avgreiddan á besta ítróttarligan hátt.
Her eru boðini, at tað frá fyrstan tíð var ætlanin, at dysturin skuldi spælast sunnudagin. Hetta tí AB seinasta vikuskifti hevði fótbóltskapping, og at tað tí varð mett sum ivasamt, hvørt vøllurin var tøkur leygardagin. Hetta fekk KÍ skrivlig boð um longu í juni mánaði.
Ikki fyrr enn týsdagin í farnu viku fekk KÍ boð um, at AB kortini vildi hava dystin leiktan leygardag. Og tíðarfestingin var nú tann ringast hugsandi hjá KÍ. Nevnliga klokkan 18.00.
Klaksvíkingar siga, at teir síðani uttan úrslit royndu at broyta tíðarfestingina, soleiðis at dysturin kundi spæla fyrr um dagin, men hetta vildi AB ikki. At enda stóð tað venjaranum hjá KÍ greitt, at tað ikki bar til hjá teimum at manna lið, og tí vórðu boðini um avlýsing send AB á faxi.
Trupulleikin hjá KÍ í málinum tykist sostatt vera, at tann broytingin, sum tey hildu var galdandi fyri dystin, ikki er fráboðað Fótbóltssambandinum.
Kappingarreglurnar fyri fótbólt staðfesta, at tá kappingarskráin er løgd, kann hendan bert verða broytt av FSF. Tað plagar vanliga ikki at vera nakar trupulleiki, um feløg semjast um at flyta dyst, og síðani boða FSF frá hesum, men eingin slík fráboðan er komin til FSF í hesum førinum. Í aðrar mátar ? altso so leingi sum dagfestingin er í samsvari við kappingarskipanina ? er tað heimaliðið, sum ásetur klokkutíðina fyri dystin, tó treytað av, at hesin ikki verður leiktur í kirkjutíð.
Tí er einki ivamál um, at AB hevði fullan rætt at seta dystin á skránna kl. 18 leygardagin. Samstundis stendur tó greitt, at KÍ fram til týsdagin í farnu viku helt seg hava eina skrá, sum segði, at dysturin skuldi spælast sunnudag.
Tað eru so lutirnir, sum kappingarnevndin má fyrihalda seg til, og so er spurningurin, hvørja støðu hon kemur til í málinum.