Samdust um at leingja Kyoto-sáttmálan

Tey 194 londini, sum hava luttikið á altjóða veðurlagsráðstevnuni COP17 í suðurafrikanska býnum Durban teir seinastu dagarnar, samdust í nátt um eina tilgongd, sum skal enda við einum altjóða veðurlagssáttmála í 2015, og sum skal koma í gildi í 2020.

Men allar súður eru ikki syftar kortini. Russland, Japan og Kanada siga, at tey fara ikki at kenna seg bundin av ásetingunum í Kyoto-sáttmálanum, sum fer úr gildi í 2012. Orsøkin er, at USA og Kina, eru teir størstu CO2-útlatararnir, hava ongan løgfrøðiligar bindingar, og tí vilja hini trý heldur ikki binda seg.

Danski ES-veðurlagskommiserurin, Connie Hedegaard, hevur verið røddin hjá ES í Durban hesar dagarnar, og hon er sera væl nøgd við tað, sum loksins kom burturúr. Tað er danski ráðharrin í veðurlagsmálum, Martin Lidegaard, eisini.

-Eg eri fegin um, at vit hava fingið ein sáttmála. Hetta ger, at vit kunnu halda hitavøkstrinum niðan fyri tvey stig, men hetta er eisini ein diplomatiskur sigur, sigur hann við DR.