Sameindar ella stríðandi tjóðir?

“Um páfuglurin dansaði í jungluni, hvør sá hann tá?” segði Asma Jahangir nýliga á tíðindafundi - hon gramdi seg um lítla áhugan fyri mannarættindaarbeiðnum hjá ST. Men manglandi umtalu kann sonevnda “Durban II” avgjørt ikki leggjast undir – sera nógv rok hevur verið um ráðstevnuna, ið er vorðin skýrd alt frá “bleytt jihad” til part av “zionistiskari samansvørjing”.

 

-----------

 

Navnframa ráðstevnan, ið júst er vorðin hildin í Genève, er framhaldið av “World Conference against Racism, Racial Discrimination, Xenophobia and Related Intolerance”, ið varð hildin í Durban í 2001. Tað var triðja antirasismuráðstevnan hjá ST. Liðug beint áðrenn álopini 9/11, endaði hon sambært nógvum av luttakarunum sera jaligt, við einari vón um at fáa bilbukt við rasismu. Tó lótu ikki øll væl at; USA og Ísrael fóru sum mótmæli móti ákoyringunum móti Ísrael, ið sum tað einasta landið bleiv tikið fram sum rasistiskt.

 

“Durban Review Conference”, eisini nevnd “Durban II”, skuldi kanna, hvat er gjørt móti rasismu síðan 2001. Men ráðstevnan kom skjótt at snúgva seg um annað enn rasismu – spurnartekin vórðu sett við ST, og nógv lond í vesturheiminum hóttu við als ikki at taka lut. Fyrivarnið hjá teimum snúði seg um tvey mál: Ísrael og talufrælsi. Londini tosaðu beinleiðis um “reyðar linjur”, ið ikki mátti farast tvørtur um, kanska sum mótsvar móti “reyðu linjunum” hjá muslimskum londum við felagsskapinum OIC á odda. OIC hevur leingi arbeitt fyri at banna tí, felagsskapurin rópar “ærumeiðing av religión”. Hugtakið hevur verið til í ST-høpi í eini 10 ár, men hevur vunnið støðugt meira fram seinastu árini, t.d. aftan á donsku Muhammedtekningarnar. Men hugtakið ærumeiðing av religión snarar mannarættindunum, siga kritikkarar, so tey í staðin fyri at verja einstaklingar, verja tankar. Sostatt kann ST gerast júst ein sovorðið totalitert vald, ið felagsskapurin aftan á 2. veraldarbardaga varð settur á stovn ímóti.

 

Bleytt jihad?

 

Orðini hjá kanadiumanninum Ezra Levant um “bleytt jihad” lýsa óttan í nógvum vesturlendskum londum undan ráðstevnuni – ”um ein herur kom til strendur okkara og bað okkum strika javnrættindi hjá konufólki og talufrælsi, høvdu vit vart okkum sjálvi. Men tá sakførarar og lobbyistar koma, verða vit ørkymlað”.

 

Longu teksturin frá “World Conference against Racism, Racial Discrimination, Xenophobia and Related Intolerance” í 2001 bleiv hildin at vera kontroversjellur, og fyrireikingarnar til ”Durban Review Conference” vórðu sum sagt merktar av øsing og stríði. Kanada boykottaði beinanvegin ráðstevnuna, eins og Ísrael. Ein arbeiðsbólkur undir ST við Libya á odda fyrireikaði tekstin, ið skuldi mynda endaúrslitið av ráðstevnuni. Fyrsta uppkastið kom í januar, fult í formuleringum, ið buðu vesturlendskum londum ímóti – t.d. varð heitt á limalondini um at “steðga negativum stereotypum av religíøsum persónum, bókum, skriftum og súmbolum” og beinleiðis at “avmarka talufrælsi við lóg.”

 

Nú hóttu ES-londini (ósamd innanhýsis) við eisini at boykotta, eins og USA tók seg úr fyrireikingararbeiðnum. Síðani vórðu nýggj uppkøst gjørd; tað seinasta var eftir harðar samráðingar klárt vikuskiftið áðrenn ráðstevnan skuldi byrja. Í tí uppkastinum, nógv stytt, varð hvørki sipað til Ísrael ella ærumeiðing av religión – teksturin tók tó, sum framhald av “World Conference against Racism, Racial Discrimination, Xenophobia and Related Intolerance”, undir við yvirlýsingini frá 2001.

 

Hóast semja var um nýggjasta uppkastið, var til tað allarsíðsta ivi um luttøkuna hjá fleiri londum. Endin var, at USA, Italia, Ný Sæland, Týskland, Eysturríki, Niðurlond og Pólland, umframt Kanada og Ísrael, vóru verandi við hús. Fyriskipararnir av ráðstevnuni vóru vónsviknir, og søgdu seg ongar ordiligar forkláringar hava fingið. Rósti Yuri Boychenko, ið hevði leitt seinastu samráðingarnar fyri ráðstevnuna, helt boykottini snúgva seg um nakað annað enn sjálvan tekstin, og tey boykottandi londini fingu nógv prik á ráðstevnuni, samstundis sum tað í heilum varð heitt á tey at koma við aftur.

 

Ráðstevnan vardi í fimm dagar, og har gekk - umframt arbeiðið fram móti einum endaligum teksti - mangt og hvat fyri seg. T.d. var ein demonstrasjón fyri Ísrael, ein onnur fyri Palestina, ein triðja fyri tamilsku tikararnar; har var minningarhald fyri Holocaust, offur fyri rasismu fortaldu um uplivingar sínar, NGO’arar skipaðu fyri pallborðsfundum. Men fram um alt var ”Durban Review Conference” ein endalays røð av røðum.

 

Vesturheimurin verstu rasistarnir

 

Iranskur presidentur og enfant terrible var Mahmoud Ahmadinejad fyrstur á røðarapallinum. Kendur fyri kontroversjellar útsagnir, kann tað tykjast løgið, at ST loyvdi Ahmadinejad fyrst fram at á viðbreknu ráðstevnuni, men tað var tí, at hann sum stjórnarleiðari hevði hægst status. Hann tosaði leingi, og tey, ið væntaðu øsing, vórðu ikki vónsvikin.

 

Sum vant setti hann spurnartekin við ”ivasama” Holocaust, ið varð nýtt sum ”undanførsla at seta á stovn heimsins mest rasistiska stat, Ísrael”. Hann tosaði um ”fólkadráp” á palestinensar, og fanst eisini hvassliga at ST, ið ”krevur, at onnur lúka krøv, samstundis sum felagsskapurin sjálvur er ódemokratiskur” - vísti serliga til trygdarráðið og vetorættin har. Vesturheimurin er eisini upprunin til búskaparkreppuna, men leggur einki í avleiðingarnar fyri restina av heiminum. Ahmadinejad segði seg ”hoyra rivurnar í súlunum undir heimskúgan; politiskar og búskaparligar skipanir vóru við at fara í skelk”, og hann mælti til at venda kósini, venda aftur til andalig virðir. Atlit mugu takast til Gud og plássið hjá menniskjanum í skaparaverkinum, um man ætlar sær at skipa heimsviðurskifti í felag.

 

Ahmadinejad byrjaði røðuna við eini bøn, har hann m.a. bað um frið. Varð avbrotin av mótmælum – ung fólk í fívlaparúkki og reyðari nøs róptu ”rasist!”, og onkur teirra blakaði reyða nøs eftir honum. Mótmælararnir vóru fransk-jødiskir studentar frá NGO-felagsskapinum ”L‘Union des Etudiants Juifs de France”. Men eisini umboðini hjá ES-londunum reistust og fóru út sum mótmæli - her vóru fleiri ”reyðar linjur”. Tjekkia, ið hevur ES-formansskapin, fór heilt av ráðstevnuni (eftir tað tosaði Svøríki sum umboð hjá ES).

 

Á tíðindafundinum aftan á endurtók Ahmadinejad atfinningarnar móti vesturheiminum (ið helst vendu sær móti áhoyrarunum heima í Iran, har val skjótt verður) – hví boykottaðu summi lond? Stuðlaðu tey kanska rasismu? Og ST sum súmbolið upp á demokrati og talufrælsi átti ikki at verið intolerant og ikki lurta eftir røðum hjá øðrum! Sjálvur hevði Ahmadinejad lurtað eftir Obama! Vesturheimurin var ”arrogantur og sjálvupptikin”. Presidenturin nevndi eisini, at tað vóru fá, ið vóru farin úr salinum – fá, men kortini vilja hesi kroysta virðir síni oman yvir heimin. ST er ein av hættunum, og eisini NATO, ið er ein undanførsla fyri at blanda seg uppí. NATO er ”ekstremisma”, og allur harðskapur í arabiska heiminum er orsakað av ávirkanini uttanifrá.

 

Tey flestu tóku beinanvegin frástøðu frá røðu Ahmadinejads. Uttanríkisráðharrin hjá Noregi, Jonas Gahr Støre, var á skránni beint aftaná, og hann talaði greitt móti Ahmadinejad – segði iranska presidentin hava nýtt talufrælsið, ið hann hevði allan rætt til, men at hann við úttalilsum sínum hevði gjørt júst tað, ráðstevnan vildi berjast ímóti: at eggja til hatur, ótta og intoleransu. Ahmadinejad hevði ”hertikið felags royndirnar hjá so mongum” um semju. Eisini fyrireikararnir av ráðstevnuni, við Navi Pillay á odda, mæltu í tíðindabrøvum til ikki at geva sær far um Ahmadinejad, ið tey søgdu royna at spreiða polarisering og spilla ráðstevnuna. Tó kom óhepna byrjanin á at merkja restina av ráðstevnuni.

 

 

OIC

 

Ekmeleddin ?hsano?lu, aðalskrivarin hjá OIC, var í røðu síni als ikki eins hvassorðaður og iranski presidenturin. Hann legði dent á, hvussu væl OIC hevði samstarvað um ráðstevnuna. Í OIC var var man serliga forharmaður um øktu islamofobiina síðan 9/11, og ikki minst í tí viðfanginum ærumeiðing av religión. Ærumeiðing av religión er nemliga moderna rasisma, ið elvir til meira islamofobi, við talufrælsi sum skálkaskjól, helt ?hsano?lu, hvørs felagsskapur annars ”absolutt tekur undir við talufrælsi”. Eisini egyptiski røðarin segði tað vera púra greitt, at rasisma, serliga móti muslimum, er økt seinastu árini. At halda lóggávu móti eggjan til hatur muna móti ærumeiðing av religión, er eitt mistak. Somuleiðis mælti pakistanska umboðið til lóggávu móti ærumeiðing av religión fyri at forða fyri islamofobi, grýluklæddum sum talufrælsi.

 

Á einum pallborðsfundi móti islamofobi undirstrikaði sendimaðurin hjá OIC, Babacar Ba, at islam einki hevur við terrorismu at gera, men at 9/11 tíverri verður nýtt sum undanførslu fyri at fáa fólk at halda tað. 9/11 er ein paraply til at leypa á muslimar og skapa spenning. Leiðarin í Islamic Human Rights Commission í London, Massoud Shadjareh, segði kanningar vísa, at 89% av bretskum muslimum kendu seg raktar av islamofobi. Talufrælsið – ið Babacar Ba og OIC taka undir við - verður misnýtt til at brennimerkja, ”undirgrava” og stereotypisera muslimar. At ærumeiða religión brennierkir tey trúgvandi, og tey verða demoniserað. Sostatt er ærumeiðing av religión rasisma.

 

Michel Warschawski, jødiskur anti-zionistur, var enn meira víðfevnandi. Hann helt á sama pallborðsfundi fyri, at neokonservativar kreftir í vesturheiminum í nógv ár hava lagt ein globalan fígginda til rættis, sum propagandatól. Í byrjanini var fíggindin terrorisma, síðani islamistisk terrorisma og nú bara islam. Vesturheimurin noktar nemliga at geva skarvin yvir sum koloniharri í heiminum. Múrurin í Ísrael er sum enn ein Berlinmúrur – ímyndar av nýggjum sundurbýtið millum ”siviliserað” og ”barbarar”. Múrurin er ein liður í at rekolonisera heimin, ið annars er støðugt meira avkoloniseraður síðstu 50 árini. Nógv umrøddu ”reyðu linjurnar” eru luksus hjá arroganta vesturheiminum, ið við teimum bæði boykottar og avger skránna á ráðstevnuni.

 

Ákærurnar hjá Warschawski móti vesturheiminum bera brá av konspirasjónsteori, og kanska ekkóa - speglvent - óttanum hjá Levant fyri ”bleytum jihad”.

 

Tað kann tó tykjast ironiskt at leggja muslimsku londini undir fjaldar dagsskráir, tá tað er júst tað, nógv teirra ákæra vesturheimin fyri. T.d. rópti Ahmadinejad í røðu síni hersetingina av Irak eina undanførslu fyri at ræna olju og stuðla vesturlendskum vápnaframleiðarum.

 

Sum heild løgdu allir partar hvønn annan undir lótir, skálkaskjól og undanførslur.

 

Burturbrøgd

 

Danski granskarin Lars Erslev Andersen hevur rópt donsku Muhammedtekningarnar eitt burturbragd, og eina einfalda metafor fyri stríðið um virðir í Miðeystri. Tekningarnar vóru muslimum ein einføld ímynd uppá, hvussu vesturheimurin onga virðing hevur fyri islam, at vesturheimurin einans ynskir at spjaða sínar sekuleru tankar, at stríðið fyri talufrælsi er eitt stríð fyri rættinum at berjast móti islam, og hvussu vesturheimurin liggur eftir muslimum. Av tí at tekningarnar raktu allar muslimar og ikki vóru knýttar at konkretum politikki í arabiska heiminum, vóru tær ein ”ber” framsøgn, og tískil sera nýtiligar at savnast um. Arabiskar stjórnir, t.d. Syrien, kundu brúka Muhammedtekningarnar til at skapa eitt sjáldsamt samband við islamistarnar, sum tær annars ofta verða lastaðar av. Boðskapurin um markið fyri vesturlendskum sekulariseringsábøtum varð sendur vesturheiminum, samstundis sum kritikkurin frá islamistunum varð snaraður burtur frá stjórnunum sjálvum. Altjóða stríðið um virðir er altso - umframt vent móti vesturlendska politikkinum hjá miðeystri - ikki minst eitt innanhýsis stríð í arabiska heiminum.

 

Somuleiðis kann OIC, felagsskapurin hjá muslimskum londum, savnast um ”ærumeiðingina av religión”. Danski granskarin Karina Pulz hevur víst á, hvussu málið um donsku muhammedtekningarnar hevur styrkt OIC. Har tey 57 limalondini fyrr hava verið ósamd, hevur andstøðan móti Muhammedtekningunum kunna savnað tey, og við einum lítlum, týdningarleysum landi í Norðurlondum sum mál fyri atfinningunum. Har OIC fyrr var ókendur á internasjonala leikpallinum, verður felagsskapurin nú sæddur sum legitimt umboð hjá muslimskum londum; verður boðin við á fundir, lurtaður eftir og tikin í álvara. At tað eisini hevur verið so nógv rok um Durban II, og at ráðstevnan hevur verið umrødd á hendan hátt, hevur sambært Karinu Pulz givið OIC ein leiklut at spæla. Annars hevði ikki verið so nógv við OIC.

 

Sum Daoud Abdullah frá enska Palestinian Return Centre (PRC) segði: “um vit ikki kunnu hata tað, vit ikki eru, kunnu vit ikki elska tað, vit eru”. Men Abdullah legði vesturlendsku islamofobunum tey orðini í munnin.

 

 

Aðrar muslimskar røddir

 

Kjakið um virðir og maktin at definera hugtøk kann tykjast sum luft og ”pr-stunt”, men ivi skal ikki vera um, at tað kann fáa sera ítøkiligar avleiðingar. Ikki minst hjá fólkinum í teimum muslimsku londunum, ið føra fram hugtakið ærumeiðing av religión.

 

Hossam Baghat frá egyptiska NGO-felagsskapinum Cairo Institute for Human Rights Studies (CIHRS), mælti á pallborðsfundi staðiliga frá at banna ærumeiðing av religión – tað hevði hvørki elvt til meira tolsemi ella vart minnilutar, segði hann. Tvørturímóti er tílík lóggáva ofta ætlað til at verja meirilutan; tað er lóg, ið beinleiðis býður til misbrúk. Moataz el Fegiery úr CIHRS segði somuleiðis religión vera nýtta sum undanførslu til at kúga minnilutar og akademiskt frælsi.

 

Tó helt Baghat ikki, at royndirnar at fáa ærumeiðing av religión bannað í ST einans eru framhald av innanríkispolitiki í arabisku londunum, sum onkur hevur meint. Keldan er tann sama, so málini eru knýtt. Men ærumeiðing av religión verður nýtt øðrvísi uttanríkis - í ST er tað opportunistiskt politiskt amboð til at flyta uppmerksemið frá brotum á mannarættindi heima, og at polarisera Mannarættindaráðið og ST sum heild, segði Baghat. Hann nevndi eisini, at arabiska mótstøðan móti Muhammedtekningunum ikki var spontan – hon var skipað, og reaksjónirnar komu ikki fyrr enn mánaðar aftan á, at tekningarnar vóru prentaðar. Nemliga aftan á ein OIC-fund! Særdu kenslurnar av ærumeiðing av religión er altso politikkur.

 

Umvent fýltist Baghat eisini á, at umrøða í vesturheiminum av mannarættindabrotum í muslimska heiminum, ikki altíð stendst av reinlyntari samkenslu við offrunum, men bert fyri at tala at muslimska heiminum. At droppa ST og lata víðgongdar kreftir yvirtaka pallin, er at sleppa mannarættindaarbeiðnum upp á fjall. Mannarættindaaktivistar í arabiskum londum vórðu sera vónsviknir av avgerðini hjá USA og øðrum vesturlendskum londum at boykotta ráðstevnuna, segði Baghat.

 

Ærumeiðing av religión

 

Og hvussu bleiv so við ”ærumeiðing av religión”?

 

Longu 2. dagin varð endaligi yvirlýsingin samtykt; sami tekstur, sum bleiv til reiðar beint undan ráðstevnuni. Sambært Navi Pillay, ST-hásendiharra í mannarættindum, var teksturin ein semja, ið einki land var púra nøgt við, men hin vegin heldur ikki púra ónøgt við. Evropeisku londini fingu ikki seksuella orientering við í tekstin. Men diskriminasjón av samkyndum er heldur ikki beinleiðis rasisma, og er kanska umfatað av ”skyldari intoleransu”, ið var við, helt Rupert Coleville, talsmaður hjá hásendiharranum. Tað ljóðaði á Pillay, sum vóru tað mest tey muslimsku londini, ið høvdu bakkað - tað varð ikki funnist serliga at Ísrael, og tey sleptu krøvunum um ærumeiðing av religión.

 

Í staðin fyri ærumeiðing av religión mælir yvirlýsingin nú til at banna ”eggjan til hatur”. Málið er afturvendandi havt á lofti í ST, og t.d. hava tey sonevndu ”special rapporteurs”, Asma Jahangir og Doudou Diène, skrivað um tað. Tey mæltu til altíð at avmarka talufrælsið allarminst møguligt, og tí sleppa ”ærumeiðing av religión” til frama fyri ”eggjan til hatur”. Ikki minst er síðstnevnda eitt viðurkent hugtak í løgfrøði, har fyrrnevnda er einans eitt sosiologiskt hugtak, ið gongur ímóti galdandi lógum, segði Diène. At kalla ærumeiðing av religión fyri rasismu og harvið brot á mannarættindini, er at blanda religión og rasu í eina rótasúpan, ávaraði Jahangir. Religión er subjektiv, og til ber tí objektivt at finnast at religión. Men objektivar atfinningar móti rasu eru ómøguligar. Hugtakið ”ærumeiðing av religión” hevur einki løgfrøðiligt virði. Tað hóskar ikki í karmarnar hjá mannarættindum. Tala skal møtast við meira talu, segði Jahangir.

 

Hvat so eggjar til hatur kann uttan iva tulkast og misnýtast, men sum dømi um oyðandi haturstalu nevndu tey útvarp í Rwanda, har mælt varð til at ”drepa kakerlakkirnar”. Tílíkar lógir finnast mestsum allastaðni, t.d. í Evropa.

 

Egyptiski mannarættindaaktivisturin, Bagaht, segði tað vera eitt týðandi bragd, at man megnaði at sleppa hugtakinum ærumeiðing av religión. Minnilutar í muslimskum londum merkja á egnan kropp veruleikan knýttan at ynskinum um tílíka lóggávu. Men Baghat var vónsvikin av boykottandi londunum. Ikki at taka lut er at vera við til at elva til split og polarisering, segði hann.

 

Bardagi millum sivilisasjónir

 

Fleiri ferðir vístu luttakarar á ráðstevnuni til ástøðið hjá samfelagsfrøðinginum Samuel Huntington um ”Clash of Civilizations” - um hvussu stríðið í heiminum aftan á kalda kríggið ikki longur fer at vera millum vesturheimin og Sovjettsamveldið, men millum ymiskar mentanir. Sambært Huntington kann heimurin býtast upp í einar 7-8 sivilisasjónir - "tann vesturlendska", "konfusianistisk-kinesiska", "japanska", "islamiska", "hindu", "slavisk-ortodoksa", "latínamerikanska" og "afrikanska”. Teoriin um samanbrestir millum mentanir hevur verið fyri nógvum atfinningum, men kortini verður sera ofta víst til hana, ikki minst aftan á 11. september – av tí at teoriin er vorðin so nógv siterað, er hon kanska ein sjálvuppfyllandi profeti, heldur onkur: ein funnin fressur hjá teimum (t.d. fundamentalistum), ið heldur vilja síggja munir enn líkskap í internasjonalum politikki.

 

”Clash of Civilizations” vendi í heilum aftur á ráðstevnuni. Øll tóku frástøðu frá tí. Men tað er samstundis merkisvert, at tey føldu trongd til at nevna hugtakið. Tað er ein einfaldur karmur um kensluna av altjóða stríðnum um virðir.

 

Hvat kom so burturúr?

 

Ráðstevnan “Durban Review Conference” hevur fingið ringa umtalu. Útlitini vóru eisini vánalig aftan á fyrsta, grefliga uppkastið til eina yvirlýsing, men tað tykist í umtalini av ráðstevnuni næstan ynski vera um, at hon skuldi miseydnast, og veruleikin liva upp til ímyndirnar um ein heim í tvíningum. Ein atvold kann vera fjølmiðlarnir, ið hava áhuga í stríði og ósemjum, gjarna við tveimum pørtum – eg hoyrdi t.d. “this is good stuff!” bresta úr einum glaðum blaðmanni aftan á tíðindafundin við Ahmadinejad.

 

Samstundis hevur ringa umrøðan ikki hevur verið til fánýtis – tí tað eydnaðist at venda gongdini móti skerjing av talufrælsi; at gevast við at veita hugtakinum “ærumeiðing av religión” løgfrøðiligan legitimitet. Somuleiðis endaði ráðstevnan kanska sum ein sigur á spjaðandi kreftunum, ið vilja máa grundina undan ST og altjóða samstarvi. Forsprákararnir fyri banni av “ærumeiðing av religión” venda aftur, men hetta var teimum ein álvarsamur smeitur. Internasjonala samfelagið tók frástøðu frá royndunum at avmarka talufrælsið og blanda religión og politikk, og ráðstevnan varðveitti so dánt fokus á mannarættindini.

 

Sum yvirlýsing er teksturin, ið londini samdust um, ikki bindandi. Yvirlýsingin orðar normar, man er samdur um, og skulu setast í verk. Týdningurin av ST-yvirlýsingum skal tó ikki undirmetast, serliga sum frá líður. Øll brúka orðatilfariðj hjá ST, hóast sera ymiskar uppfatanir av týdninginum liggja aftanfyri. T.d. helt Ahmadinejad uppá, at onnur skuldu vera tolerant við sær og lata hann brúka sítt talufræsi; øll londini, ið vildu banna ærumeiðing av religión, undirstrikaðu í sama viðfangi eisini týdningin av talufrælsi – og OIC er í holt við at seta eina mannarættindanevnd á stovn. Háfloygdu tankarnir um demokrati og mannarættindi aftan fyri ST seyra altso onkursvegna niður gjøgnum skipanina.

 

Hvat er so niðurstøðan aftan á Durban Review Conference? Veldst um eygað, ið sær. Nógvir áhugabólkar eru vónsviknir av, at teirra øki ikki vóru tikin upp á ráðstevnuni – t.d. kastiskipanin í India, rættindi teirra brekaðu, roma-fólkið ella støðan hjá baha’i. Ráðstevnan bar einamest dám av kjakinum um Ísrael og ærumeiðing av religión. Úr nógvum ættum vórðu spurnartekin sett við, um nakar dugur er í ST longur. Tað kann tykjast, sum avdúkaði ”Durban Review Conference” djúpar gjáir millum mentanir, men umvent kann man eisini síggja viljan at fáa semju í lag. Sum Asma Jahangir undirstrikaði: „Tað munar einki at fara frameftir, um eingin annar kemur við“.