Hósdagin klokkan 13.30 skipar Parasport Føroyar, saman við Fótbóltssambandinum, fyri sameindari fótbóltskapping á Tórsvølli. Tiltakið er partur av grassroots vikuni hjá Fótbóltssambandinum, har dentur verður lagdur á at skipa fyri fótbólti fyri øll. Hetta er aðru ferð, at FSF og Parasport skipa fyri slíkum tiltaki.
Síggj film við føroyskum teksti um evnið við at trýsta á pílin á myndini
Sameindir ítróttir, sum á altjóða málið verður rópt “Unified sports”, er hugtak, sum Special Olympics hevur uppfunnið, har lagt verður upp til at fólk við menningartarni, íðka saman við fólki, sum ikki hava menningartarn.
Les eisini: FSF Varpið um sameindan fótbólt við Pálli M. Joensen
-Hugsjónin er, umframt at hava tað stuttligt og kappast í ítrótti, at leggja upp til størri inklusjón av fólki við menningartarni í sosialar samanhangir, og at økja um tilvitskuna um menningartarn, sigur Tróndur Ravnsfjall frá ÍSB.
Málið er at hava regluligar venjingar og møguliga fáa eitt lið við til Special Olympics World games, sum verða í Abu Dhabi í mars 2019. Málið er eisini at fáa fótbóltin at fevna um fleiri. Millum núverandi og fyrrverandi spælararnar, ið eru partur av Sameindum fótbólti, eru Páll Mohr Joensen og Rókur av Fløtum Jespersen.
Fótbóltur fyri øll
-Tað er ongin loyna, at Parasport ynskir at ítróttur fyri fólk, ið bera brek, í nógv størri mun fær pláss í vanligu ítróttarfeløgunum. Sameindur ítróttur kann verða ein háttur at byrja hesa tilgongdina, sigur Tróndur Ravnsfjall.
Parasport hevur frammanundan fótbóltslandslið mannað við fólki við menningartarni, ið seinastu tveir vetrarnar hava vant í kvøldskúlunum í Havn og á Nesi. Tvey lið hava júst verið í Íslandi og luttikið í innbodnari kapping við millum annað liði frá Isle of Man. Leiðarar vóru Edmund Jacobsen, pápi Edmundsson beiggjarnar, og fyrrverandi landsliðsspælarin, Allan Mørkøre.
-Vónin er, at hetta tiltakið skal verða startskotið til regluligar sameindar fótbóltsvenjingar í vetur. Luttakararnir fáa møgulleika at tekna seg til fráboðanarskipanina hjá Parasport, soleiðis at tey kunnu fáa boð um, og luttaka í venjingum framyvir, sigur Tróndur Ravnsfjall.
Parasport fer í næstum, saman við Havnar badmintonfelag, at skipa fyri badminton fyri fólk við menningartarni, har møguleikin eisini verður fyri sameindum badminton. Tey tiltøkini, eru eisini fyri fólk úr øðrum feløgum – og ókeypis.
Um kappingina:
- Fótbóltssambandið veitir útgerð, mat og drekka til tiltakið, og vónandi ber til at fáa onkrar dómarar úr dómarafelagnum at døma. Kappingarnar verða skipaðar á einum fjórðingsvølli, har tað eru fimm á hvørjum liði. Tað skulu altíð verða minst ty fólk við menningartarni inni í senn á hvørjum liði. Tað hevði eisini verið stuttligt, um eisini fólk uttan menningartarn, sum hava áhuga í at venja og stuttleika sær møttu upp til tiltakið, sigur Tróndur Ravnsfjall.
Kunning er á nýggju heimasíðuni, www.parasport.fo, og á facebook síðuni hjá Parasport Føroyar.