Samfelagsins røddir

Um Martin Joensen: Nakrir tættir í hansara virki sum rithøvundur og blaðmaður. Annar partur

Skaldsøgurnar, sum Martin Joensen legði eftir seg, eru Fiskimenn, frá 1946 og Tað lýsir á landi, frá 1952. Í tí fyrru bókini verður greitt frá sluppini Ørnini, sum drívur fiskiskap undir Íslandi fyri útgerðarmannin Kristian Kristiansen. Frásøgnin fer sum heild fram umborð á skipinum, og hon fevnir um tríggjar túrar eitt ávíst ár, ein á vári, ein seint á sumri og ein á heysti.
Høvuðspersónur í bókini er tann ungi Símun, og vit fylgja í skaldsøguni hansara royndum í kærleika, hansara rás í trúarviðurskiftum og hansara vinnuligu ætlanum. Umframt Símun leggur høvundurin fram fyri okkum en hóp av meira og minni týðandi persónum, manningina á Ørnini, skipara, bestamann og kokk, reiðaran, umsjónarmannin, foreldur og slekt hjá Símuni, tær gentur, hann hevur hug á osfr.
Í tí seinnu skaldsøguni - Tað lýsir á landi - fylgja vit lutvís hesum somu persónum, men henda bókin fer sum heild fram uppi á landi. Bygdamaðurin Símun giftist við Sáru, sum er av stórplássi, og teirra søga og viðurskiftir eru miðleingjan í skaldsøguni. Men aftur leggur høvundurin ein hóp av meira og minni týðandi hjápersónum fram fyri lesaran. Um tíðina er at siga, at Tað lýsir á landi helst kann tíðarfestast til árið 1936, tá ið borgarakríggj brestur á í Spania. Fiskimenn fer fram nøkur ár frammanundan, í eini tíð, áðrenn sluppirnar hava fingið motorar.

Í lugarinum og við vaðbeinið
Sum nevnt er frásøgnin um Símun og hansara viðurskiftir høvuðstráðurin í hesum báðum skaldsøgunum. Men eyðkent fyri hesar bøkur er, at síðupersónarnir sum heild ikki eru kámar strikumyndir, men yvirhøvur greitt og sjónliga lýstir persónar.
Vit koma í bókunum at kenna skiparan Mortan í Húsi, bestamannin Haldor Jacobsen, tann myrkleitta og illføra fiskimannin Sigmund, útgerðarmannin Kristiansen, son hansara og konuna, vit læra at kenna trúboðaran, foreldrini hjá Símuni, barrvørðin Jaspur, forkvinnuna í fiskagentufelagnum. Vit verða førd inn í ymisk umhvørvi, vit eru niðri í tí skitna og óruddiliga lugarinum, vit standa við vaðbeinið túrað av andvekri, vit eru í veitslu hjá fiskagentunum, vit eru á møti, vit eru í brúdleypi, vit eru við í føroyskum dansi, vit fara til altars.
Tað er sostatt ikki søgan um ein mann, ella eini hjún, sum verður løgd fram fyri lesaran, men søgan um eitt samfelag, og við tað at hon verður søgd, lutvís ið hvussu er, sum var hon upplivað innanífrá, søgd sansaliga og nærkvæmt, verða hesar báðar bøkurnar sum heild til eina frásøgn, sum samfelagsins mongu og ymisku røddir tala ígjøgnum.

Ein nýggj mentan
Tann heimurin, sum hesir fleirraddaðu skaldsøgutekstir varpa ljós á, er sum heild tað nýggja samfelagið, sum tað privata fyritakssemið, slupptíðin og fiskatilvirkingin, høvdu skapt.
Vit verða førd inn í tað føroyska heimið, sum tað nú er formað, lutvís nýggj betonghús, og somuleiðis inn í eina nýggja mentan og eina nýggja fagurfrøði. Á bróstunum hanga innrammað skriftstøð. Har hanga litfagrar, glinsandi oljumyndir, við einglum á ella Jesupápa ella Mariu moy, sum ferðandi danskir sølumenn hava fingið - ella lokkað - fólk at ogna sær.
Onkuntíð kann ein farri av hugna sníkja seg inn í frásøgnina, eitt nú tá ið landslagið verður sveipt í mjørka, ella tá menn baka pannukakur niðri í lugarinum. Men romantikkur er eingin í hesum bókum, heldur hinvegin. Konufólk grenja um sjúku. Menn og kvinnur hugsa forbodnar tankar.

Sukur og spik
Eitt evni fyri seg eru heilsuviðurskiftini, tuberklar og aðrar sjúkur, sum hava samband við vánalig handalig og peningalig kor, broyttar liviumstøður, men eisini við lítla vitan og skeivar ella avskeplaðar matsiðir.
Eg skal taka fram eitt brot úr Fiskimonnum, har doktarin er inni hjá Kristini, systur Símun. Høvundurin letur hann siga:
Klippfiskurin, rugbreyð, margarin, sukur, kaffi. - Slíkum trívist bacillan av. Konurnar eru í fiskinum, og so er maturin rugbreyð, margarin og kaffi. Tann forbannaða importeraða føðin, sum eg sigi, drepur fólk ... Áh, spik, livur, tað eru ráðini, universalráðini fyri øllum sjúkum og móti øllum sjúkum ... deiligar, livandi vitaminir ... skip, alt er fult av bacillum, tit stíga á, anda, eta bacillur, koma so aftur til heimini og draga bacillurnar við tykkum ... Hava margarin, alt innflutt, umborð, og stoyta livur, alt tað góða á sjógv ... kroppurin hungrar eftir hesum fróu, syngjandi vitaminum ... tað er stríðið millum ljós og myrkur, og ljósið tapir, myrkrið vinnur.

Ætt, jørð og gudstrúgv
Sum longu nevnt umboða hesar skaldsøgur eina fleirraddaða mynd av einum samfelag. Nú kundi tað kanska lønt seg at steðga á, gingið nøkur fet burturfrá, gloymt tey einstøku andlitini eitt bil og kannað eftir, hvørjar maktir - í týdninginum yvirskipaðar grundreglur - vit síggja í hesum bókum.
Í sínum endurminningum tekur Heðin Brú saman um og førir fram, at í heiminum hjá teimum farnu ættarliðunum ráddu tríggjar høvuðsmaktir: ættin, jørðin og gudstrúgvin. Vit síggja hesar maktir í skaldsøgunum hjá Martini Joensen, men tað er, sum síggja vit tær lutvís aftanífrá, sum eru tær í umbúna at fara út, ella sum standa tær ikki longur ómótsagdar.

Pengar og njóting
Nýggir máttir hava gloppað hurðina og ætla sær inn. Kapitalurin bjóðar jørðini av, ein heil veiftra av lívsáskoðanum, frá játtanartrúgv til ateismu og darwinismu, bjóðar tí gomlu, føstu gudstrúnni av, og einstaklingurin, við sínum ynskjum og tørvum, síni trá eftir at sæta sær sjálvum, sínum kravi um leskiliga njóting, bjóðar ættini av.
Lesarin kann nú festa einstøk andlit at hesum nýggju maktum. Kristian Kristiansen umboðar sjálvsagt kapitalin, og Sára, Símunar heita, lívslangtandi kona, er dømi um einstaklingsins uppreistur móti tí tignarligu, kravmiklu og stirvnu ættini.
Men tann mest áhugaverdi persónurin í báðum skaldsøgunum, Gunnar í Brekkuni, umboðar í sínum persóni øll tey trý mótfeudalu andsvarini, nevniliga handilsskap, ateismu eins væl og darwinismu og í triðja lagi eina lívssjón, har persónlig njóting gongur fram um ættarbond og ættarkrøv. Og sum heild kunnu vit siga, at bæði Fiskimenn og Tað lýsir á landi verða drignar episkt fram av mótsagnum og tvídráttum, ikki bara millum farandi og komandi maktir, men eisini millum tær nýggju maktirnar innanhýsis.

Leninisma og liberalisma
Áðrenn farið verður víðari við viðgerðini av ritverkinum hjá Martini Joensen, fari eg at hyggja at hansara politisku, samfelagsligu og bókmentaligu áskoðan. Eg haldi meg her til tilfar, sum er til skjals í Føroya Sosial-Demokrati í rithøvundsins blaðstjóratíð.
Hetta eru greinar við ongum navni undir, og mótvegis lesaranum noyðist eg at taka eitt ávíst fyrivarni, soleiðis at skilja, at tað ber ikki til at prógva fullvist, at Martin Joensen hevur skrivað hesar greinir. Men tann hóvligi stílurin, tann eyðkendi málburðurin og tann ruddiliga hugsanin tala fyri hesi meting, sum mín viðgerð byggir á.
Í greinini »Sosialisman og upplýsing«, 25. okt. 1947, tekur Martin Joensen soleiðis til:
Hin sosialdemokratiska hugsanin og rørslan hevur til endamáls at frígera menniskjað, so tað í hesum heimi ikki skal kenna seg bundið av harðræði og valdi. Hon liggur tí sum ein hugsan mitt ímillum ein statstanka har hin einstaki og tað, ið býr í honum, hvørvur, og so eina hugsan, ið hevur tað í kvittanum at geva einstaklinginum eitt monopol, sum steingir øll hini úti og leggur ræði og makt á einstakra manna hendur.
Í roynd og veru er einræðisviljin goymdur í báðum hesum rørslum. Hin fríi tankin verður fjøtraður, materialisman verður sett í hásæti, og mannahugsanin verður løgd í band. Tær sosialdemokratisku rørslurnar berjast hart stríð, og tað er kanska spurningurin, um tær vinna ella tapa, ið fer at avgera hvørja leið, ið heimurin fer at ganga: frælsisleið ella bundin á hondum og fótum.

Javnaðarhugsjónin
Sum vit síggja, hevði Martin Joensen eina greiða, medvitna og væl gjøgnumhugsaða politiska og samfelagsliga áskoðan. Hansara fyrimynd var tað norðurlendska javnaðarmodellið, sum ivaleyst er ein høvuðsgrund til, at Norðurlond í dag eru - bæði mentunarliga og samfelagsliga - framkomnasti blettur í heiminum. Hann vísir frá sær bæði leninismuna og ta óskerdu liberalismuna og greipar báðar rørslur saman sum verandi fíggindar hjá tí einstaka.

Knívseggin
Nú stingur ein áhugaverdur spurningur seg upp: Hvat samband er ímillum høvundsins politisku sjónarmið og hansara ritverk og skaldsligu lýsingar? At ímynda sær persónar og mana teir til lívs úr hugans káma dýpi er bæði ein kunstur og eitt handverk, við reglum og lógum, sum skulu haldast, og sum hvørki virða politikk ella átrúna.
Hvat Martin Joensen hugsaði um hesar spurningar, fáa vit ábendingar um í teimum ummælum, hann læt koma á prent í Føroya Sosial-Demokrati. Um bókina Aðru Ferð eftir Victor Danielsen skrivar Martin m.a.:
Men bókin hevur tað lýti, at hon er tað, sum menn kalla »tendentiøs«. Hon gevur greidliga til kennar, hvat høvundurin ætlar og hvørjum parti hann er við.
Og seinni skrivar hann:
Men tað kemur týðiliga fram, at tað bert er ein flokkur, ið er hin útvaldi og har Kristus er at finna ... Øll fólkini í hinum partinum, tí verðsliga og gudleysa, eru sera ódámlig, meðan hini eru lýtaleys.
Um eina aðra bók, Hamranna Børn eftir Richard B. Thomsen, skrivar Martin:
Kynstrið er tað at kunna skapa heildarmyndina so, at vit hugtakast og trúgva uppá tað.
»Hamranna Børn« hevur persónlýsingar, sum vit ikki trúgva uppá. Kvinnur hennara eru uppi í einari hædd, sum ein illa kennir seg heima í, persónarnir eru antin svartir sum náttin ella ljósir sum sólin.
Martin Joensen nemur her við ta knívsegg, sum mangur rithøvundur skal riðja á. Lívssjónin - sjónarmið um politikk, átrúna og samfelag - kann vera virðismikil, kann vera tann drívmegi, sum eggjar høvundinum at skapa, men samstundis skal hann, tá hann myndar sínar persónar, vera leysur av hesi somu lívssjón. Hann er, kundi ein sagt, í somu støðu sum Ásla Sjúrðardóttir, sum kvøðið verður soleiðis um í Ragnars kvæði:

Bið hana koma til skips í morgin,
hava við sær svein,
hava tann svein, sum ikki er svein,
og koma so búgvin heim.

Divide et impera
Áðrenn nomið verður við, hvussu Martin Joensen sjálvur megnar hesa avbjóðing, skal eg venda aftur til eitt høvuðsevni í hansara skaldskapi. Fiskimenn lýsir viðurskiftir og mótsagnir millum øðrumegin reiðara og útgerðarmann og hinumegin teir sum veiða og tey sum tilvirka fiskin.
Ein spurningur í hesum mótsagnum er frábýtisrætturin, t.e. rætturin hjá fiskimonnum til at ráða yvir sínum parti av veiðuni og eitt nú selja hann, har mest fæst fyri fiskin. Í Fiskimonnum verður hesin rættur lýstur sum ein rein formalitet ella eitt eiti. Fiskimenninir sum heild hætta sær ikki at brúka henda rætt, og lesarin heldur seg vita, at gjørdu teir tað, hevði tað fingið avleiðingar fyri teir.
Ein annar spurningur er viðurskiftini millum fiskafólkið á landi og fiskimenninar, ella millum úrtøkuna hjá fiskimonnunum og lønir hjá fiskagentunum. Her eydnast tað Kristiansen reiðara og umsjónarmanninum Poul Edvardi at fáa teir flestu av manningini á Ørnini at halda, at tað er fiskafólkið á landi, sum trýstir teirra lønir niður. Og tá ið fiskagenturnar leggja arbeiðið niður, fáa tær ongan stuðul frá fiskimonnunum, tvørturímóti.
Vit kunnu siga, at her verða - helst ella kanska ómedvitað - brúktar tær snildir, sum hava tað latínska heitið divide et impera, t.e. »fá klandur í og hav valdið«.

Reiðarin sum kongur
Um vit nú spyrja, hvat er tann djúpara orsøkin til hesa valdsstøðu, ella ein av grundunum til hana, so fáa vit ein hóp av ábendingum, ikki av tí skildæmdu frásøgnini, men av myndburðinum ella metaforunum í tekstinum.
Skrivstovan hjá Kristiani Kristiansen verður í skaldsøguni rópt eitt »hásæti«, bókin, har skuld og vinningur hjá fiskimannahúskjum eru uppskrivað, er ein »dómsbók«, sum stundum ger ein »dómadagsbrest«, og um Kristiansen sjálvan verður sagt, at hann og hansara forfedrar eru settir at byggja fiskiplássið upp av »teirri alvísu forsjón«, og sjálvur er reiðarin »prestaligur« og kennir seg sum »høvuðsprest í einum templi«.
Hetta eru bara nøkur fá av mongum dømum um, hvussu reiðarans støða á stórplássinum verður lýst. Hann er prestur, kongur, hann er settur av Gudi, hann er Várharra sjálvur, við myndugleika til at gera rætt og skjal á evsta degi. Ei undur í, um fiskimenn hugsa seg um tvær reisur, áðrenn teir brúka sín frábýtisrætt ella á annan hátt seta seg upp ímóti reiðarans valdi. Hvør vágar at herja á Várharra sjálvan?

Tann runda lýsingin
Frammanundan er longu sagt eitt sindur um lívssjónina hjá Martini Joensen. Sum politiskt virkandi og hugsandi menniskja tók hann undir við eini lívssjón, sum ikki góðtók at leggja »ræði og makt á einstakra manna hendur«.
Hóast tað er Kristian Kristiansen lýstur sum eitt menniskja, ikki sum eitt ónt menniskja. Hann er ójavnur, stundum findarblíður, stundum sum eitt illveður. Hann hevur rundleika, kunnu vit kanska siga, ella trídimensionalitet: vit síggja hann fyri okkum. Sum hjúnafelagi er hann ikki eydnismaður, og hann hevur sorg av sínum børnum.
Eg skal ikki halda upp á, at allir persónarnir í Fiskimonnum og Tað lýsir á landi eru myndaðir við somu styrki, men ikki fáir eru teknaðir soleiðis, at lesarin heldur seg kenna teir, og teir taka búgv í eins huga. Tann lívsglaða Sára, sum líkasum ikki rúmast í tí gomlu, stirvnu bóndabygdini, men leingist aftur til stórplássið, til dansin og kætið, til gleðina við, at dreingir hyggja at sær og fjeppast uppi í sær.
Ella tak kokkin á Ørnini, hann er skitin og tvitin, óruddiligur, deilir sum ein ólukka, men lesarin heldur seg skilja hann og følir samhuga við honum, niðurundirkomin sum hann er av skuld, eyðmýktur og happaður av sínum skuldhavara, skiparanum, tá hann er drukkin.
Hesir persónar eru nettup ikki bara »óndir ella góðir«, og hesar bøkur eru ikki »tendentiøsar«. Ein av manningini á Ørnini, Sigmundur, er lýstur sum eitt reyp og ein bardagamaður, ódællur, ódámligur, grefligur og svartur í útsjónd. Men tað er Sigmundur, tann at vísa seg ódámligasti maðurin á Ørnini, sum, tá kokkurin er gyrdur í brøkur av síni skuld, sjálvboðin og uttan treytir av nøkrum slag, lánar honum 500 krónur og soleiðis bjargar honum úr sínum trælabandi.

Dostojevskij
Spurningurin um kærleika ella, rættari sagt, um »holdsins lyst« - sexualitet - er ógvuliga frammarlaga serstakliga í Tað lýsir á landi. Eg fari at taka henda spurningin upp móti endanum á hesi viðgerð. Fyrst havi eg hug at siga eitt sindur, fyrst um um skrivingarlagið hjá Martini Joensen, síðan um Martin sum blaðstjóra og blaðmann.
Hvat viðvíkir bókmentaligum fyrimyndum, hava vit fyribils ikki nógv tilfar at byggja á. Vit vita, at Martin las dúgliga frá ungum árum. Hann kendi sjálvandi verkini hjá sínum starvsbrøðrum í samtíðini, Williami Heinesen, Jørgen-Frantz Jacobsen og Heðin Brú. Hann las Laxness og Hans E. Kinck. Lítil ivi man vera um, at hann las Hans Kirk, helst eisini Johannes V. Jensen, kanska eisini Thomas Mann.
Við vissu vita vit, at hann las Alberto Moravia, og somuleiðis, at hann las russiskar bókmentir, helst eitt nú Gogol og Tolstoj, kanska Turgenjev, men fyrst og fremst Dostojevskij, hvørs Brøðurnir Karamasoff hann nevnir sum eitt verk »tú kanst fara undir ferð eftir ferð«. Vit eiga í hesum sambandi ikki at undirmeta ta bókmentaligu vitan, ein nærlagdur og forvitin lærari kundi fáa á einum ársskeiði á Danmarkar læraraháskúla.

Nietzsche og Darwin
Tá ið eg las Fiskimenn umaftur, kom eg - uttan at hetta skal takast sum vitnisburður um ávirkan - at hugsa um Jack London og skaldsøgu hansara The Sea-Wolf. Skiparin á Ørnini, tann sterki og grefligi Mortan í Húsi og Gunnar í Brekkuni, ateistur og darwinistur, kunnu báðir, í einstøkum brøgdum, fáa ein at hugsa um Wolf Larsen, skipara á kópaveiðiskipinum Ghost, ið Jack London, ávirkaður av bæði Nietzsche og Darwin, lýsir sum yvirmenniskja og umboð fyri hugtakið survival of the fittest.
Skoytt kann vera uppí her, at týðiligur munur er á skrivingarlagnum í Fiskimonnum og Tað lýsir á landi, ein munur, sum sæst í málburði, setningsbygging, enntá teknseting. Har Fiskimenn sum heild er bygd upp av heldur longum setningum, við innskotum og eykasetningum, er Tað lýsir á landi sett saman av, ofta sera stuttum, høvuðssetningum. Har semikolon setir sín dám á Fiskimenn, er punktum høvuðstekinið í Tað lýsir á landi.
Tað er neyvan ókent, at tá ið rithøvundar fara at gera sær ómak, kann stílurin í støðust líkasum dovna ella litfarast. Fiskimenn tykist óruddilig og eitt sindur frumskógarkend, men tykist samstundis at vera eyðkend av lívi og eini vissari dýpd, Tað lýsir á landi, hinvegin, tykist snøgg og reinfør og av tí sama í støðum ikki so livandi sum hin fyrra bókin. Hómar ein Dostojevskij, hansara longu replikkir og drúgvu setningar, aftan fyri Fiskimenn, so kundi tað meira kvettuta stevið í Tað lýsir á landi mint um Hans Kirk.

(framhald)