Í gjárkvøldið byrjaðu samfelagsmøtini, sum Brøðrasamkoman heldur í Klaksvík á hvítusunnu.
Í gjárkvøldið var møti í Betesda, men í dag heldur stevnan fram í Badmintonhøllini.
Evangelisk møti, sunnudagsskúli, ungdómsmøti og framløga av nýggjari sangbók eru á skránni fram til mánakvøldið, tá ið stevnan endar.
Talarar á stevnuni verða Poul Færø, John í Skemmuni, Óli á Grømma, Jákup N. Olsen, Joan Steinberg og fleiri.
Betesdakórið, Ebenzerkórið, sangbólkurin Keldan, Kvartettin í Betesda og onnur syngja og spæla.