Marjus Dam, løgtingsmaður
Eg takið undir við bestu loysn til suðuroyingar - eins og føstum sambandi til Klaksvíkar.
Sambandsflokkurin er ein av fáu flokkunum á tingi, ið av heilum hjarta kann taka undir við tí útbygging, ið ætlanin er at fremja innan samferðsluøki okkara.
Sandoyarskipið:
Fyrst av øllum fari eg at ynskja sandoyingum tillukku við nýggja og stásiliga skipi teirra. Vónandi kemur tað í sigling beinanvegin og fer at roynast væl. Vit í Sambandsflokkinum frøast um hetta nýggja og stásiliga far.
Suðuroyarskipið:
Nýtt suðuroyarskip. Vit í Sambandsflokkinum taka undir við hesi ætlan - ið er til gagn fyri suðuroyingar, ið hava verið fyri vanbýti nú í fleiri ár. Suðuroyingar skulu hava tað skip, ið teir meta er tað besta. Ongin annar skal koma at leggja teimum fótonglar í vegin, so næst ella triðja besta loysnin verður úrslitið. Sambandsflokkurin vil, at suðuroyingar skulu hava tað bestu loysnina. Tað besta Suðuroyarskipið.
Tí er tað gott at hoyra, at Føroya Landstýrið, eftir at hava ivast í langa tíð, nú tekur undir við okkara niðurstøðu.
Leirvíksfjørður:
Vit eru fleiri, ið vóna, at kanningarnar undir Leirvíksfjørð fara at gangast væl og sína eitt gott úrslit, so farast kann undir at gera fast samband undir Leirvíksfjørð skjótast møguligt. Helst so skjótt, at borurin kann flytast norður frá Vestmannasundi beinanvegin skotið er ígjøgnum har. At norðoyingar kunnu rokna við Sambandsflokkinum, man vera uttan nakran iva.
Vestmannasund og Gásadalur:
Tað gongur sum eftir ánni undir Vestmannasundi og um stutta tíð verður eisini farið undir at gera Gásadals tunnilin. Tunnilin til Gásadals kemur 30 ár ov seint. Men gott er so at hann kemur nú.
Sambandsflokkurin tekur undir við einum góðum og miðvísum útjaðaraøkispolitikki. Sambandspolitikkur: Í orðsins rætta týdningi er her talan um sambandspolitikk. Tað verður gjørt samband og bøtt um samband ímillum bygdir og oyggjar.
Hesin sambandspolitikkur førir okkum langt fram á menningarleið, til gagn fyri bæði land og fólk. Hesin politikkur kostar. Og hann kostar nógv. Tað hava vit í Sambandsflokkinum ongar trupulleikar av, tí vit kunnu gjalda fyri tað menning, ið er neyðug.
Tað er ein gáta?
At sambandsfólk tosa um menning, tað er at skilja. Tí vit kunnu gjalda. Men tað er ein ósvaraður spurningur hjá mær og fleiri, hvussu loysingarfólk ditta sær at tosa um hesar útbyggingar - uttan at rodna. Tí hesar útbyggingar kunnu als ikki gerast, um loysingarætlanin verður framd. Tað eru nevniliga ikki peningur til hesar ætlanir. Um seinasta vanlukkusemjan verður til veruleika, so verður hall á fíggjarlógini um 1 ella 2 ár. Og tá hava slíkar íløgur ongan møguleika at verða framdar.
Treytin fyri at samband kann fremjast er nevniliga Sambandspolitikkur. Tá eru nevniliga fíggarligu viðurskiftini á so høgum støði, at slíkar ætlanir kunnu fremjast í verki. Vit kunnu siga, at ríkisveitingin enn er garantur fyri, at útbyggingin av hesum landi heldur fram. Tí skulu vit vera varin við at fremja Tjóðveldispolitikk og loysingarpolitikk. Tá verða nevniliga nógvar broytingar - og bert til tað verra. So einkult er tað.
Latið okkum fremja Sambandspolitikk - og byggja land.
Tað ger loysingarsamgongan innan samferðsluøkið í løtuni. Teir fremja Sambandspolitikk. Teir kunnu ikki lata vera.