Veðrið ávirkar eisini samferðsluna í dag

Onkur skip sigla ikki – og ein bussur koyrir ikki

Tað var rættiliga ringt veður í gjár og í nátt, men løgreglan sigur, at tað eru ikki nógvir skaðar hendir kortini.  Í havnarlagnum í Hvalvík sleit ein bátur og lá í grótkastinum, men hann varð bjargaður. Á Tvøroyri brotnaði ein rútur. Tað regnaði eisini rættiliga illa og á Hulkavegi oman Hulk á Strondum, leyp á vegin, men eingin skaði hendi.

 

Tað eru aftur ring líkindi í dag og tað órógvar samferðsluna. Hasford siglur ikki í dag og tað er heldur eingin sigling til Skúgvoyar í dag. Hjá Bygdaleiðum er eingin koyring til Fámjins heldur, tí tað er so nógvur vindur á skarðinum.

 

Smyril avlýsir eisini dagtúrin í dag, men tað er ikki fyri veður. Bjargingarbátarnir eru til eftirlit og tískil verður túrurin úr Havn nú klokkan 13, ikki sigldur og sostatt heldur ikki túrurin av Krambatanga. Men av tí sama tekur Smyril heldur ikki meiri enn 430 ferðafólk, teir túrarnar hann siglur.