Samgongan bakkaði fyri trýstinum

Pensjónsaldurin hækkar ikki á hesum sinni. Uppskotið um at hækka pensjónsaldurin til 70 er er tikið aftur

Nú beint eftir klokkan 13 varð tingfundur settur, har Eirikur í Jákupsstovu tók aftur málið um at hækka pensjónsaldurin og uppskotið um tíðartreytaða pensjón.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað er neyðugt og rætt at hækka pensjónsaldurin, og at hann nú fer at arbeiða víðari við málinum at leggja fram aftur seinni.

 

Spurningurin er nú, hvør lagnan verður hjá hesum uppskotinum, ella um Javnaðarflokkurin nú letur málið liggja, eftir at hava møtt so harðari mótstøðu frá fakfelagsrørsluni. Hóttanir um at stovna ein nýggja flokk á vinstraveinginum hava eisini verið at hoyrt.

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn sigur, at málið um pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin hanga saman. Hon sigur, at hægri pensjónsaldur er ein treyt fyri at fara undir Suðuroyartunnilin.

 

Eftir uppskotið frá Anniku Olsen úr Tjóðveldi er málið um er málið um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.), beint aftur í nevnd. Hetta er mál, ið hevur við Suðuroyartunnilin at gera. 

 

Av tí at tað komu trý broytingaruppskot til málið um Suðuroyartunnil, so vandli løgtingsforkvinnan at niðurleggja fundin í eitt korter, so tingfólk kunnu lesa uppskotinum.

 

Greiðar ábendingar eru um, at málið um Suðuroyartunnilin eisini verður beint aftur í nevnd, sum merkir, at tað fellir burtur á ólavsøku og má leggja fram av nýggjum í næstu tingsetu.