Tað er ørkymlandi at síggja, hvussu samgongan í Tórshavnar Kommunu hevur valt at kollvelta útstykkingina við Stórutjørn – eina útstykking, sum undanfarna samgonga setti í gongd við hópin av grundstykkjum og raðhúsum. Nú eru nærum eingi grundstykkir eftir, og tað hevur vakt stóra ónøgd millum borgarar.
Seinastu mánaðirnar hava nógv ung fólk og familjur sett seg í samband við meg. Tey eru kedd av at fáa at vita frá kommununi, at møguleikin at keypa eitt egið grundstykki nú er burtur. Hetta er ein stór skomm – tí tað at sleppa at byggja sítt egna heim er ein stór løta í lívinum, og nakað, sum nógv hava droymt um.
Samgongan tvingar fólk at búgva dýrt
At byggja sjálvi gevur ikki bara størri frælsi og gleði – tað er eisini nógv bíligari. Nógv ung hava familju ella kenningar, ið kunnu hjálpa við arbeiðinum. Samstundis sum nógvir lærlingar innan byggivinnu fáa royndir og arbeiði, tá fólk byggja sjálvi. Hetta eigur Tórshavnar Kommuna at stuðla undir.
Men hvat? Samgongan skal partú tvangsleggja fólk til at búgva í íbúðum sum vit hava sæð í fleiri ár eru so dýrar, at fólk hava ongan møguleika, og hesi skulu óiva hava leigubústaðir sum eingin hevur ráð at leiga. Hetta er skeiv gongd og fari eg at mótmæla hesum!
Tá eg vaks upp, búðu tey flestu í egnum húsum. Tað gjørdi, at familjur fingu frívirði og møguleika at spara pening upp. Hetta gav tryggleika og eina betri framtíð fyri børnini. Í dag síggja vit, at gjógvin millum tey, sum eiga, og tey, sum ikki eiga, bara veksur – og tað er beinleiðis avleiðingin av, at politikkurin hevur snúð seg ov lítið um at skapa rímulig grundstykkir til vanliga fólk.
Tungt er at byggja upp, men skjótt at bróta niður
Vit mugu verða um tey sum einki eiga, tey skulu fáa grundstykkir frá kommununi til kostprís og prísurin er sera lágur á útstykkingini, tí at vit gagnnýttu grótið frá Havnarvegnum til útstykkingina. Stykkini vóru 300 fermetrar og fingu vit nógv grundstykkir og gagnnýttu lendið væl.
Men nú? Eftir næstan eitt ár við nýggju samgonguni er ongin nýggj útstykking sett í gongd. Tað sær út til, at alt stendur fast.
Orðatakið sigur: “Tungt er at byggja upp, men skjótt at bróta niður.” Tað er júst tað, vit síggja henda samgonguna gera.
Eg heiti á kommununa um at sleppa ætlanini við so nógvum íbúðum og heldur geva fólki møguleikan at byggja sjálvi. Tey duga tað væl – og tað verður bæði bíligari og mennandi fyri samfelagið sum heild.
Tað er sera harmiligt fyri meg, sum havi lagt so nógva orku í hesa útstykkingina, at síggja hana fara fyri skeyti á henda hátt.
Tróndur Sigurðsson
Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu










