Í løtuni hevur tað almenna tvey umboð, starvsfólkini tvey og privatu partaeigararnir, sum eiga triðingin av felagnum, hava eitt umboð.
Men hetta vil Johan Dahl hava broytt, soleiðis at tað almenna framyvir skal hava trý umboð í nevndini og teir privatu einki umboð. Tó skulu teir hava møguleika fyri at skjóta upp eitt umboð.
Politisku flokkarnir eru ymiskir á máli, um hetta er rætt.
Serliga áhugavert er tað, at tað valdar ósemja í samgonguni, og at Fólkaflokkurin hevur boðað landsstýrismanninum í vinnumálum og Løgmanni frá, at teir ikki kunnu taka undir við almennu uppíblandingini í nevndararbeiðið í Atlantsflog, sum teir kalla lyftisbrot móti privatu partaeigarunum og púra burturvið.
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vilja ikki leggja seg út í, hvat landsstýrismaðurin ger á sínum egna málsøki, meðan andstøðuflokkarnir harðliga mótmæla tí, teir kalla sterk afturvendan til 80ini, har har óumhugsaðar og ósakligar avgerðir koma at stýra broytingum, sum koma at fáa stórar avleiðingar fyri framtíðina.
Jákup Mikkelsen (A):
Fólkaflokkurin hevur boðað Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, og Løgmanni frá, at Fólkaflokkurin tekur ikki undir við tí, sum Johan Dahl ger. At gera seg inn á eitt felag, sum er børsskrásett, tað hoyrir ongastaðni heima. Atlantic Airways hevur klárað seg væl og hevur givið yvirskot. Vit hava privatiserað ein triðing av felagnum, og tað hevur eisini verið semja um at selja næsta triðingin. Og mann hevur givið lyfti um at, tað fór ikki at vera nøkur politisk íblanding. Tað varð stórur dentur lagdur á, at mann ikki mátti bróta armslongdarprinsippið.
Alfred Olsen (B):
Vit í Sambandsflokkinum hava ikki viðgjørt málið um Johan Dahl og Atlantic Airways í tingbólkinum. Tað er út frá tí, at hatta verður sæð sum ein fyrisitingarligur spurningur, og ikki ein politiskur spurningur. Hetta er ein spurningur, sum landsstýrismaðurin hevur fulla heimild at taka sær av, og sum ikki krevur okkara uppíblanding. So Sambandsflokkurin tekur fult undir við tí, sum landsstýrismaðurin ger.
John Johannesen (C):
Javnaðarflokkurin sær hetta sum eitt mál, har landsstýrismaðurin (Johan Dahl, blm.) hevur fulla heimild. Tað er hansara málsøki og Javnaðarflokkurin hevur higartil ikki sæð tað sum neyðugt at blanda seg upp í gerðirnar hjá landstýrismanninum. Hann hevur fulla heimild á sínum málsøki.
Kári P. Højgaard & Kári á Rógvi (D):
Sjálvstýrisflokkurin boðaði í tíðindaskrivi í gjár frá, at henda var støðan hjá flokkinum: Støðan hjá Sjálvstýrisflokkinum er, at landsstýrismaðurin ber seg sera óheppið at. Skulu broytingar gerast í teimum fortreytum, sum hetta felagið var einskilt og keypsskálaskrásett eftir, mugu bæði minnilutapartaeigarar, sum hava keypt partarbrøv sambært prospekti og tilsøgnum, og teir tingflokkar, sum vóru við í politisku semjuni um tilgongdina, hoyrast og geva samtykki sítt. Landsstýrismaðurin hevur nú beinleiðis ræði á tveimum stórum flutningsfeløgum og hevur tikið av meginregluna um armslongd millum politiska myndugleikan og almenn partafeløg, ið verða rikin á handilsligum grundarlagi. Sjálvstýrisflokkurin átalar gongdina og heitir á løgmann um at taka málið upp.
Høgni Hoydal (E):
Støðan hjá Tjóðveldi er greið í slíkum málum. Politikarar skulu nevnliga ikki stýra fyritøkum. Vit vildu alla tíðina, at Atlantic Airways skuldi vera verandi alment, men stýrast sum eitt kommercielt partafelag, uttan politiska uppíblanding.Hetta er ein ógvuliga prinsipiellur spurningur. Tá somu ABC flokkarnir vildu privatisera Atlantsflog, var argumentið, at tað almenna skuldi heilt burturúr. Nú situr Johan Dahl, og vil stýra felagnum sum businessmaður. Hetta er ein sterk afturvendan til 80ini, har óumhugsaðar og ósakligar avgerðir koma at stýra broytingum, sum koma at fáa stórar avleiðingar fyri framtíðina. Nú sita einstakir landsstýrismenn og koyra sítt egna løb. Allir prinsippspurningar, so sum við Smyril Line, Kringvarpinum og nú eisini Atlantic Airways verða tiknir tilvildarliga av landsstýrismonnum uttan politiska viðgerð. Talan er í veruleikanum um rossahandlar millum landsstýrismennirnar.
Jenis Av Rana (H):
Støðan hjá Miðflokkinum til hatta er stutt og greitt tann, at handa konstruktiónin er ikki uppskotið hjá Miðflokkinum. Vit vildu selja alt ella einki, men hatta var tað, sum teir valdu, og tað verður teirra uppgáva at loysa handa trupulleikan, sum teir sjálvir hava skapt sær, og sum vit ávaraðu ímóti. Hatta er eisini tann generelli trupulleikin í Føroyum í samband við privatiseringar, nevniliga at mann torir ikki heilt, men bara eitt sindur. Tá verða tað slíkir trupulleikar, sum stinga seg upp, og hetta verður so teirra høvuðpína at loysa.