Samgongan setir Føroyar skeivu megin á øllum økjum  

Sjúrður Skaale

 

Hóast Javnaðarflokkurin er sera misnøgdur við atgerðarloysi hjá samgonguni í spurninginum um Russland, so má mann, so frægt mann kann, royna at verja føroysku støðuna úteftir. Ikki minst nú óhepna og faktuelt skeiva umrøðan av Føroyum sum landið, ið vinnur pening av krígnum, fer um allan heim.

 

Tað havi eg gjørt hvørja ferð, journalistar hava ringt síðstu tíðina.  

 

Eg havi tosað um, at útflutningurin til Russlands er steðgaður (hóast landsstýrið ongan heiður eigur av tí), at landsstýrið fór at fáa heimild til at seta somu tiltøk í verk, sum restin av Europa – og at landsstýrið eisini fór at gera tað.

 

Tað er jú tað, sum Jenis av Rana hevur lovað øllum Europa: At Føroyar eru við og standa lið um lið við okkara sameindu.

 

Men í dag stendur greitt, at hetta er skeivt. Landsstýrið hevur IKKI fingið heimild til at seta í verk somu tiltøk, sum restin av Europa!

 

Eftir at einki er hent knappar 10 vikur eftir russisku innrásina stendur nú greitt, at lyftið, sum Jenis gav øllum heiminum 24. februar, neyvan kann haldast.

 

Orsøkin er ikki, at andstøðan ikki vil geva honum heimildina. Orsøkin er neyvan heldur, at Mið- ella Sambandsflokkurin ikki vilja geva honum heimildina.

 

Orsøkin tykist vera, at Fólkaflokkurin – eisini í hesum máli – hevur fingið síðsta orðið og alla maktina. (Tað frítekur kortini ikki hinar samgonguflokkarnar fyri ábyrgd!).

 

Kritikkurin av Føroyum er allastaðni í dag. Og hann er fyri tað mesta órættvísur. Vit hava lovað at fylgja ES-tiltøkunum, og tað ER undantak í sanktiónunum hjá ES fyri at loyva fiskiskipum inn í europeiskar havnir. Tí sleppa tey eisini inn í norskar havnir.

 

Við at vísa til hetta hevur mann kunnað vart umdømi Føroya, meðan bíðað hevur verið eftir, at landsstýrið fór at fáa heimild til at fylgja Europa.

 

Men tað verður trupult at verja tað, sum nú er hent: At landsstýrið IKKI fær heimild at halda tey lyfti, sum eru givin øllum heiminum. At Føroyar IKKI vilja fylgja Vesturheiminum, um ta kostar okkum nakað.

 

Høvdu myndugleikarnir havt steðgað søluni til Russlands við lóg, høvdu vit staðið sterk. Tað hevði verið eitt signal, sum hevði farið víða. Men tað vildi landsstýrið ikki.

 

Nú er handilin steðgaður av øðrum orsøkum kortini. Tað kostar okkum sjálvandi inntøkur. Men at Føroyar nú velja ikki at fylgja restini av Vesturheiminum, kann gerast okkum enn dýrari. Tí nú hava teir glúpsku kritikararnir nakað at hava tað í, tá teir skulu lýsa Føroyar sum ein pariastat.

 

Atgerðarloysið hjá samgonguni hevur sett Føroyar skeivu megin á øllum økjum:

 

1) Vit fordøma Putin við orðum, men gera einki. 2) Vit fáa onga vælvild fyri at taka eina djarva politiska avgerð um at steðga handlinum – sum einki hevði kostað okkum, tí handilin er steðgaður kortini. 3) Vit senda nú tað signal, at vit ætla at spæla solo og ikki standa saman við restini av Vesturheiminum. Tað kann skaða okkara umdømi og raka bæði útflutningsvinnu og ferðavinnu.