Samgongan slitnað: Tjóðveldi tveitt úr landsstýrinum

Jóannes Eidesgaard, løgmaður hevur nú gjørt av at slíta samstarvið við Tjóðveldi, tí hann hevur mist álitið á Høgna Hoydal, formannin í Tjóðveldinum Tað, sum fólk flest hava væntað í fleiri mánaðir nú, er nú veruleiki: CHE samgongan ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldið er slitnað.

Ella tað er kanska rættari at siga, at samgongan er tódnað niður í tveir flokkar og at Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin eru eftir í samgonguni.

-Tað, sum er hent, er tað, at løgmaður hevur koyrt Tjóðveldið úr samgonguni og tey trý landsstýrisfólkini hjá flokkinum, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen og Óluva Klettskarð, eru samstundis uppsøgd sum landsstýrisfólk.

Samgongan hevur milt sagt ikki gingið í takt nakrantíð, síðani hon varð stovnað tíðliga í vár og nú er stevið so vánaligt, at Tjóðveldið er sent til hús.

Vit fylgja gongdini á Portalinum, Rás2 og á Sosialin.