Samgongan tekur tenninar úr okkum

Politikararnir eiga at halda fingrarnar burtur frá samráðingarspurningum, sigur Hans Joensen, sum leygardagin varð valdur aftur til formann í Havnar Arbeiðsmannafelag. Eingin stillaði upp ímóti honum

Í mongum førum er áhugin fyri fakfelagsarbeiði lítil, men tá ið Havnar Arbeiðsmannafelag hevði ársaðalfund leygardagin, møttu 83 limir.
Felagið hevur umleið 750 virknar limir.
Hans Joensen, formaður í felagnum greiddi frá, at felagið hevði lagt eftirlønargrunnin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag undir Betri Pensjón. Tað varð gjørt fyri at fáa umsitingarútreiðslurnar niður. Útreiðslurnar vuksu, tá ið broytingin kom við at skatta inngjøldini til eftirlønina beinanvegin.
Hann legði eisini fram fyri limirnar byggiætlanirnar á Tinghúsvegnum. Byggingin hevur drigið út, tí felagið hevur arbeitt við at fáa kostnaðin niður.
- Tað má ikki enda við, at vit fáa fleiri milliónir krónur í eykarokningum, men nú skuldi verið klárt at farið í gongd, sigur Hans Joensen.

Fingrarnar vekk
Eitt evni, sum upptekur Hans Joensen nógv, og sum eisini varð umrøtt á aðalfundinum var lógaruppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum um semingsstovn. Tað, sum øsir fakfeløgini, er reglan um, at tað í góðari tíð skal boðast frá arbeiðssteðgi.
- Løgtingið skal halda fingrarnar langt burtur frá slíkum, tí hatta er ein samráðingarspurningur. Arbeiðsgevararnir høvdu hatta við til seinastu samráðingar, men vit vildu ikki vita av tí. Um nú løgtingið samtykkir hatta, er tað tað sama sum at taka tenninar úr okkum. Løgtingið skal geva pørtunum á arbeiðsmarknaðinum frið til at samráðast, og vit plaga at klára tað í sátt og semju, um bara báðir partar taka ábyrgd, sigur Hans Joensen.
Hann hevur lítið gott at bera samgonguni, sum hann heldur ger seg inn á arbeiðaran, við at skatta pensjónina við inngjaldi og nú við at leggja seg út í samráðingarspurningar.
- Eg eri bangin fyri, at um hatta uppskotið verður samtykt, fara vit at fáa fleiri verkføll, sigur Hans Joensen.

Afturvaldir
Hann situr tryggur í sessinum sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, tí leygardagin varð hann afturvaldur við ongum mótvalevni. Formaðurin stendur fyri vali annaðhvørt ár.
Tveir nevndarlimir vórðu afturvaldir, men har var eitt mótvalevni. Afturvaldu nevndarlimirnir vóru Sakarias Hnsen og Heri Reynheim. Hinir báðir nevndarlimirnir eru Jóhan Karl Dam og Martin Wennerstrøm.