Í pørtum tykist ætlanin vera at hava víttgangandi broytingar, meðan tað aðrastaðni, sum t.d. við fráboðanarskyldu hjá danska tjóðbankanum og fíggjareftirlitinum, er ikki talan um aðrar broytingar enn sjálvt Edmund Jeonsen kundi gingið við til. Tað bøtir ikki um ógreiðuna at tað á síðstu síður verður sagt at arbeitt verður fyri at vit fáa sjálvstøðugan limaskap í ST. Til tess krevst at vit eru ein statur, og so langt tykist ætlanin ikki at vera at fara. Sjálvur havi eg annar mælt til, at vit gera meira við tann limaskap í ST sum vit hava saman við Danmark. Eitt stig, sum eg hava mælt til í tinginum, er at vit gjalda okkara part av danska limagjaldinum til ST. Hetta vildi kosta okkum 1/2 mill. Hetta vildi fingið okkum burturúr teirri eyðmýkjandi støðu, at danir gjalda okkara limagjald, og eisini okkara luttøku á ST aðalfundum.
Tað er neyvan ivi um at tørvur er á, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða tikin upp til viðgerðar. Sjálvur havi eg nøkurlunda somu støðu sum javnaðarflokkurin í hesum máli, og so leingi hann kann vera við kann roknast við at broytingarnar ikki eru ov víttgongdar. Men um ætlanirnar á hesum økinum eru realistiskar er ein onnur søga sum bert eftirtíðin kann fara at vísa. Eg minnist sjálvstýrislandsstýrið!
Viðvíkjandi restina av samgonguskjalinum er tað at siga, at tað til forveksling líkist onnur samgonguskjøl. Orðingarnar eru sera rúmar, og tað ber als ikki til at siga út frá skjalinum um talan er um høgra- ella vinstravendan politikk. Í veruleikanum hevur eitt samgonguskjal minni týdning fyri tann dagliga politikkin enn tey flestu halda. Tað sum hevur avgerandi týdning fyri tey ymsu økini er tann persónur sum umsitur tey. Hetta er serliga galdandi við nýggju stýrisskipanini. Landsstýrismaðurin kemur at taka støðu til eina ørgrynnu av málum sum als ikki eru nevnd í samgonguskjalinum. Og tá tað t.d. verður sagt, at »ein langtíðarpolitikkur verður orðaður fyri ferðavinnu v.m.«, ja, so kemur alt ann uppá hvør landsstýrismaður ið fær hesa uppgávu.
Tað verður neyvan nøkur serlig broyting í tí dagliga politikkinum. Tá á stendur er ikki so stórur munur á flokkunum. Eg havi í farna valskeiði verið skiftivís í samgongu við javnaðarflokkin og fólkaflokkin. Munurin á politikkinum hevur verið litil og eingin. Tann munur sum hevur verið hevur ikki neyðturviliga stavað frá muninum millum flokkar, sum t.d. í málinum um skattafrádráttin til fiskimenn. Her segði javnaðarflokkurin seg kunnað hava verið við um skipanin var øðrvísi. Men her var munurin ikki størri enn hann kundi verið í sama flokki.
Tað er eingin ivi um, at í Føroyum noyðast vit at samstarva um vit skulu kunna hóra undan. Hesin tørvur fyri samstarvi er ikki minst á tí politiska økinum. Tí fari eg at loyva mær at geva komandi andstøðu og samgongu eini góð ráð. Fyrst til andstøðuna. Atkvøðið fyri nýggja løgmanninum, so vit fyri fyrstu ferð í søguni kunnu fáa ein løgmann sum semja er um. Hervið kann andstøðan leggja upp til eitt samstarv, og kanska eisini ávirkan, sum kann vera øllum føroyingum til gagns.
Og til samgonguna: Fáið alt tingið við í politisku avgerðirnar. Hetta kann gerast við at tit bjóða andstøðuni formanskapin í eina ella fleiri av teimum stóru nevndunum. Hetta verður gjørt sum ein sjálvfylgja í danska fólkatinginum og ásannað verður, at hetta er mennandi fyri fólkastýrið.
Sjálvur vil eg y nskja eitt gott samstarv við nýggja landsstýrið nú eg fari aftur í Fiskimannafelagið. Og eg vil samstundis nýta høvið til at takka teimum sum eg havi samstarvað við seinastu fýra árini sovæl í landsstýrinum sum í løgtinginum. Tað hevur nú ikki verið heilt galið kortini!
Óli Jacobsen