Samgongutinglimir settir undir umsiting

Støðan i rættarnevndini, sum júst hevur viðgjørt grundlógaruppskotið, hevur fyri umboðið hjá Javnaðarflokkinum í andstøðu, verið eitt satt vónbrot. Eingin verulig politisk viðgerð er farin fram, og meirlutin í nevndini hevur bert arbeitt eftir ávísing frá landsstýrismanninum í lógarmálum, sigur javnaðartingmaðurin

Tá grundlógaruppskotið varð beint í rættarnevndina 8. desember í fjør, fór Hans Pauli Støm, nevndarlimur, at fyrireika seg til at viðgera málið, við vón um at Javnaðarflokkurin fekk ávirkan á uppskotið.

Nú nevndararbeiðið er av, situr Hans Pauli Strøm sum Kánus. Eingin verulig politisk viðgerð er farin fram, eins og samgongulimirnir í rættarnevndini ikki tordu at taka støðu til nakað sum helst undir nevndararbeiðinum.

Hann sigur, at grundlógaruppskotið als onga viðgerð hevur fingið í rættarnevndini. Bert einu ferðina hevur formaðurin og ein nevndarlimur sagt, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum var áhugavert.


Boðsendur at tosa

við Hans Paula

Einastu ráðnini vóru at senda boð eftir landsstýrismanninum í lógarmálum, sum síðani legði seg út i beinleiðis orðaskifti við Hans Paula Strøm, og segði honum, hvat hann vildi góðtaka av broytingum í upprunaliga grundlógaruppskotinum.

Hans Pauli Strøm: - Eg hevði áðrenn fyrsta fundin í rættarnevndini gjørt eina sundurgreining av grundlógaruppskotinum, út frá tí grundgeving, at skulu vit seta grundlógarnevnd, so eiga vit eisini greina uppskotið sundur, fyri at kunna greiða frá málinum.

? Vit í Javnaðarflokkinum avgjørdu, at vit fóru í rættarnevndina, við tí fyri eyga, at fáa semju við samgongumeirlutan, og at vit ikki, eins og Sambandsflokkurin, skuldu sita hendur í favn og einki gera.

Hans Pauli Strøm hevði nakað at finnast at í uppskotinum, umframt at hann setti fram ynski um broytingar í endamálsorðingini.

Hetta legði hann fram á fyrsta fundinum. Eitt nú helt hann at uppskotið bar brá av margháttligum einaveldis hugsunarhátti hjá landsstýrismanninum í lógarmálum:


Landsstýrismaðurin tekur sær rættindi

? Eg førdi m.a. fram, at landsstýrismaðurin tekur sær rættindini at gera útgreinandi arbeiðssetning fyri grundlógarnevndina, og rætt til at velja helvtina av nevndini, umframt formann og skrivara, sigur Hans Pauli Strøm, sum á eftirfylgjandi fundum ikki hevur fingið eina viðmerking til síni kritikpunkt, ella ynski um at fremja broytingar í lógartekstini, hóast hann á hvørjum fundi hevur endurtikið, hvat Javnaðarflokkurin vil, hvat tað merkir, hvønn týdning broytingin hevur, og hví flokkurin vil fremja broytingar, men einki er hent.

Á triðja fundinum í rættarnevndini segði formaðurin at hann ikki var førur fyri at geva umboð Javnaðarfloksins svar, men at hann fór at tosa við landsstýrismannin í sjálvstýrismálum.

? Eg havi ikki biðið um at fáa landsstýrismannin á fund í rættarnevndini, sigur Hans Pauli Strøm, tí hann var ikki í iva um nakað i lógaruppskotinum.Tað vóru limirnir í samgongu sum vildu hava Høgna Hoydal á fundin.

? Var samgongan í rættarnevndini í iva um, hvat svar eg skuldi fáa, kundu teir avgreitt málið sínamillum, og komið aftur í rættarnevndina við heimild at taka avgerð í málinum, sigur Hans Pauli Strøm.

Á fundinum, har landsstýrismaðurin var við, gav formaðurin í rættarnevndini beinanvegin orðið til landsstýrismannin, eftir at hann hevði sett fram atfinningarnar hjá Hans Pauli Støm, sum spurningar frá nevndini.

Av hesum varð kjak millum Hans Paula Støm og landsstýrismannin,men hinir limirnir løgdu seg ikki út í orðaskiftið.


Vísti øllum atfinningumaftur

? Landsstýrismaðurin í lógarmálum vísti øllum atfinningum aftur. Til uppskot mítt um at víðka arbeiðssetningin, sigur hann, at tað ikki ber til, tí tað ger seg inn á endamálið við fullveldinum. Hann fór síðani at tosa um, hvat eg kundi fáa innført ístaðin fyri, sigur Hans Pauli Strøm.

? Eg svaraði landsstýrismanninum, at nú hevði eg á fýra fundum roynt at greitt nevndini frá mínum sjónarmiðum, og nú fór eg ikki at orða nýtt bleytari uppskot til nevndina at taka støðu til. Eg helt stutt sagt, at tað var uppgávan hjá samgongulimunum at koma við einum uppskoti. Tá var fundurin slitin, og tikin upp aftur tveir tímar seinni.

Tá fekk Hans Pauli Strøm munnliga orðing fyri eini broyting, sum hann helt vera púra høpileysa, og sum fullkomilig broytti hansara uppskot. Hann bað síðani um at áseta í broytingini, hvat endamálið var við henni, men tað kundi ikki lata seg gera.


Eitt vónbrot

Hans Pauli Strøm sigur um arbeiðið í rættarnevndini, at tað, sum hann hevur ført fram, varð gjørt við vón um at tað kundi bera til at fáa semju, og tí hann hevði havt varhugan av, at samgongan vildi hava Javnaðarflokkin við.

Tað var eisini stórt vónbrot, tá Høgni Hoydal kom á fund, og eg ikki kundi fáa málið viðgjørt í nevndini. Ikki minst, at landsstýrismaðurin kom í nevndina at siga, hvar skápið skuldi standa.

? Viðgerðin av grundlógaruppskotinum i rættarnevndini var avbronglan og at samanbera við eina tátu, sigur Hans Pauli Strøm.