Samhaldsfast gjald fyri brýr og tunlar

Tað heldur Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, sum hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, fyrispurning um Sandoyartunnilin. Fyrispurningurin verður svaraður á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11.

Løgtingsmaðurin úr Skopun spyr, hvørjar ætlanir hevur landstyriskvinnan við Sandoyartunlinum. Hann vil hava at vita, um peningur verður samtyktur til liðugtgerð av projektinum í fíggjarætlanini fyri 2011, um landsstýriskvinnan so ætlar at seta tað í verk beinanvegin eftir ársskiftið.

Hann vísir á, at í samgonguskjalinum stendur, at 40 milliónir krónur um árið skulu setast av, men nú landið er í einum fíggjarligum aldudali, eru eingir pengar avsettir.

Hann vil hava at vita, nær ætlar landsstýriskvinnan, at hetta prosjektið verður tikið framaftur. Hann spyr, um landsstýriskvinnan heldur, at ein sparing verður at síggja, tá ið Sandoy og Hestoy hava fingið fast samband, og vit ikki meira skulu brúka ferjuna um fjørðin.

- Sandoyar- og Suðuroyarøkið sum heild eru í minking, grundað á, at samferðslan er ein stórur trupulleiki. Sandoyggin klárar ikki at halda teimum ungu í oynni, og oyggin missir eisini tær ungu familjurnar, við teimum góðu inntøkunum. Útjaðarin stendur altíð fyri skoti, ferðaseðlaprísurin við ferjunum hækkar, og túratalið minkar, sigur Gerhard Lognberg í viðmerking til fyrispurningin.

Hann heldur, at ein háttur kundi verið at gjørt eina samhaldsfasta skipan soleiðis, at øll mugu gjalda við at koyra ígjøgnum tunlar og yvir brýr.

- Tey, sum verða noydd at gjalda, eru sandoyingar, suðuroyingar, hestfólk, skúvoyingar, kallsoyingar, svínoyingar og fugloyingar. Men hetta kundi verið samhaldsfast soleiðis, at miðjan í Føroyum eigur eisini at gjalda og ikki hava framíhjárætt við at flyta seg til og frá arbeiði, sigur Gerhard Lognberg.