Bill Justinussen
løgtingsmaður fyri Miðflokkin
Samhaldsfestið í landsskattaskipan okkara byggir á, at tey, sum vinna meiri pening, gjalda størri part av inntøkuni í skatti. Soleiðis rindar tann síðst vunna krónan munandi meiri skatt enn tann fyrst vunna. Hetta kallast tann progressivi (vaksandi) skattastigin.
Kommunuskattaskipanin er ikki samhaldsføst á sama hátt. Har rinda øll sama part av inntøkuni, tá sæð verður burtur frá botnfrádráttinum. Um kommunuskatturin er 20%, rindar tann, sum vinnur 100.000 20% og tann, sum vinnur 500.000 20%. Hetta er tann proportionali (javni) skattastigin.
Samhaldsfasti arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (AMEG) er eisini eitt slag av skatti. Hesin skatturin er proportionalur, tvs. at øll rinda sama prosentgjald uttan mun til inntøku.
Barnsburðargrunnurin er eisini ein skattur. Hesin er somuleiðis proportionalur, tvs. at øll gjalda sama prosentpart inn í grunnin, uttan mun til inntøku.
Arbeiðsloysisskipanin er eisini ein skattur. Hesin er somuleiðis proportionalur, tvs. at øll gjalda sama prosentpart, uttan mun til inntøku.
Almenn gjøld so sum vegskattur, kringvarpsgjald, sjúkrakassi v.m. eru øvugt proportional. Tvs. at tann, sum hevur lága inntøku, má gjalda størri prosentvísan part av síni inntøku, tí gjøldini eru eins fyri høgan og lágan.
Láglønt verri fyri
Sostatt er landsskatturin einasti samhaldsfasti skatturin, har tey, sum vinna meiri, gjalda meiri í prosentum. Allir hinir skattirnir ganga hart út yvir tey, sum hava lágar inntøkur og fyri so vítt eisini miðalinntøkur.
Hendan samgongan minkar um samhaldsfasta landsskattin. Hon økir um kommunuskattin, arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, barnsburðargrunnin, vegskattin v.m., sum rakar tey lágløntu harðari. Munurin millum láglønt og hálønt økist. Tey tímaløntu eru munandi verri fyri nú enn fyri tveimum árum síðani, og tá hendan samgongan hevur sitið 2 ár afturat, verður tað enn strævnari at vera tímaløntur.
Miðflokkurin er ímóti hesi gongdini. Vit hava alla tíðina víst á, at samhaldsfestið í skattaskipanini minkar og minkar, men tíverri hoyrir samgongan ikki boðskapin heldur ikki javnaðarflokkurin. Tað skal loysa seg at arbeiða er herrópið. Hesum tekur Miðflokkurin undir við, men tað skal ikki ganga út yvir samhaldsfestið í skipanini. Yvirskipaði politikkurin má og skal vera, at øll skulu kunna liva eitt gott lív her og nú og hava umstøður til eina munadygga eftirløn. Í dag er ov stórur munur á fólki. Tíbetur eru tað mong, sum hava góð størv og góðar fíggjarligar umstøður, men tíverri eru tað alt ov mong, sum hava sera trupult við at fáa gerandisdagin at ganga upp orsakað av fíggjarligum byrðum. At javnaðarflokkurin hevur slept stríðnum fyri teimum lágløntu ger so bara uppgávuna hjá okkum øðrum so mikið størri.