Zakarias Wang millum systirsonin Siggert Paturson, bónda, og Berg Poul­sen, nevndarformann í tunnilsfelagnum til hátíðarhaldi á Sandi tá Sand­oy­ar­tunnilin lat upp. Zakarias var millum teirr, sum gingu gjøgnum tunnilin

Samhaldsfesti við suðuroyingar

Í februar 1986 skrivaði eg við pipr­andi hjarta eina grein í blað­num 14. september um at gera ein und­ir­sjóv­ar­tunnil millum Streymoy og Vág­oy.

Zakarias Wang millum systirsonin Siggert Paturson, bónda, og Berg Poul­sen, nevndarformann í tunnilsfelagnum til hátíðarhaldi á Sandi tá Sand­oy­ar­tunnilin lat upp. Zakarias var millum teirr, sum gingu gjøgnum tunnilin

Eg visti at hetta ikki var væl dámt, men var komin eftir at hetta var tað rætta at gera av tí at ferju­sigl­ing var ov dýr og ikki gav nóg góða tæn­astu. Eg hevði roynt at ført mítt sjónarmið fram, men einasti politikari sum tók undir við hug­skot­inum var Heini O. Heine­sen, sum tá bert var vanligur ting­mað­ur Tjóð­veld­is­floks­ins. Eg fekk so nakrar næm­ing­ar í stud­ent­a­skúl­a­num at skriva serritgerðir um hetta hug­skot, og tann sum Gunnar Djur­huus, Eirikur Lindenskov og Ják­up Símun Simonsen skrivaðu um Sand­oy­ar­tunn­il­in var serliga á­hug­a­verd. Teir tóku nevliga Hest við.

 

Vón okkara var at tá tíðindini um hetta veld­iga framstig kom úr mill­um manna fór hugburðurin at broyt­ast. Men tað var so eiðasørt at nak­ar kvakl­að­ist við, so eg gjørdi av at seta uppskotið fram al­ment. Bróðir mín Hanus Vang, sum hevði arbeitt hjá landsverki, og var kønur innan vegagerð, tekn­aði so hvar tunlarnir skuldu vera.

 

Hanus var samdur við mínar næm­ing­ar í, at sandoyartunnilin skuldi fara um Hest, tí tað spardi okk­um fyri sigling til oynna.

 

##med2##

Um so var at vit beinanvegin vóru farin í gongd kundu vit við hóv­lig­um arbeiði vera liðug við Suð­ur­oy­ar­tunn­il­in í 2008. So høvdu vit ong­ar útreiðslur longur til bil­ferj­ur, og øll kundu koyra úr Sumba til Viðareiðis.

 

Hesum uppskoti var ikki tikið und­ir við. Hildið var at vit vóru so fá­tæk, at vit ikki høvdu ráð til at leggja tað út sum skuldi til fyri at gera tað koyrandi til Suðuroyar.

 

Hendan sparing hevur verið okk­um øllum dýr. Suðuroyingar hava gold­ið mest, tí teirra sam­skift­is­møg­u­lei­k­ar eru lítið batn­að­ir síð­ani fyrsti Smyril fór at sigla 1895. Teir eru lamdir av vantandi sam­halds­festi okkara.

 

Tað er eyðsýnt nú ætlan lands­stýr­is­ins, at skúgvoyingar og dím­un­ing­ar skulu fáa somu ótespiligu við­ferð sum hestmenn fingu, og at sam­felagið vil gjalda fyri bæði ferju- og tyrlu­sam­band til tey, fyri at tey ikki skulu gerast partur í vega­sam­an­bundna samfelagnum.

 

At landsstýrið – og tunn­ils­fel­ag­ið - sam­stund­is eisini vil seta okk­um øll í ó­for­svar­lig­an váða við at gera ein 23 km. langan tunn­il við ongum rýmingarvegi, ein­ans fyri at umganga, at Skúvoy og Stóra Dímun sleppa upp í veg­a­sam­band­ið, er ein ófyrigevilig dára­gerð, sum tey sum sita eftir eft­ir elds­bru­nan og eftirkomarar okk­ara, aldrin fara at fyrigeva okkum.

 

Tað slepst nevniliga ikki undan, at tað kann festa í í ein elbil inni í tunl­i­num, og tá skal takast av­gerð um, hvønn tunnilsmunna royk­urin skal leiðast útúr, og hvør skal bjarg­ast og hvør ikki í einum tunli, sum er 23 km. langur, tí roykurin kann bara blásast út annan vegin, og so skal støða takast til, hvør er á skeiv­a­ri síðu av eldinum og ikki fær høvi at bera boð í bý.

 

Tann, sum hevur skipanina um hendi, veit frammanundan, at hann skal taka ta tungu avgerðina.

 

Tað hevur síðani 2016 ligið ein ná­grei­n­að verkætlan í lands­stýr­i­num og hjá landsverki, sum Jó­ann­es í Dali, landmátara, byggi- og fíggj­ar­frøð­ing­ur, hev­ur gjørt. Eftir hesi ætlan hevði byggi­tíð­in ver­ið skor­in nið­ur í und­ir eina helvt og trygdin økt mun­andi.

 

##med3##

Kostnaðurin hevði minkað við meira enn einum triðingi, og hetta kemst av, at samlaða und­ir­sjóv­ar­tunn­ils­strekk­ið verð­ur fýra kilometrar styttri, og at tunn­ils­grót­ið ikki skal koyrast við lastbili og tyrvast í haganum, men verð­ur endurnýtt og verður siglt bein­leiðis til byrgingina sum skal ger­ast  tvørtur um tann 11–22 metra grunna Skúvoyarfjørð.

 

Við tveimum tunlum og ele­va­tor­tunli upp á Stóru Dímun hevur hend­an verkætlanin sera góðar rým­ing­ar­leiðir, og ger at ”smáu” oyggj­ar­nar eisini fingu fast sam­band - deils við einum 8 km. und­ir­sjóv­ar­tunli millum Skúvoy og Stóru Dímun og einum 11 km. und­ir­sjóv­ar­tunli millum Stóru Dímun og Sand­vík.

 

##med4##

Við tað at talan er um fýra tunn­ils­munn­ar, sum borast kann frá, verður longsta ein­staka boristrekkið bert 5,5 km, mót­vegis teimum 11,5 km hjjá Tunn­ils­fel­ag­num (sum tekur meira enn dup­ult so langa tíð at bora), og av tí at vegir, ein 700 metur langur tun­n­il í Skúgvi eins og byrgingin til Skúgv­oy kunnu gerast í senn, verð­ur byggitíðin minni enn fýra ár.

 

Tá slepst undan at landið í ó­komn­um tíðum hevur ó­neyð­ug­ar út­reiðsl­ur av ferjum og tyrlum, og tryg­d­­in hevði eisini verið á ein­um høg­um støði.

 

Norska fyritøkan Norconsult, sum hevur gjørt hinar und­ir­sjóv­ar­tunl­ar­nar, sær hetta sum besta, skjót­asta og bíligasta loysn.

 

Tann sum vil síggja hvør loysn tal­an er um, kann sláa upp á

 

www.facebook.com/jod.dali

 

Verður nú tikið undir við hes­um uppskoti ber til í 2028, um fýra ár, at koyra úr Tórshavn til Tvør­oyri upp á 50 minuttir.

 

 

 

Zakarias Wang

 

Zakarias Wang millum systirsonin Siggert Paturson, bónda, og Berg Poul­sen, nevndarformann í tunnilsfelagnum til hátíðarhaldi á Sandi tá Sand­oy­ar­tunnilin lat upp. Zakarias var millum teirr, sum gingu gjøgnum tunnilin

Zakarias Wang saman við næmingum hansara úr Hoydølum, sum skriv­aðu serritgerð um Sandoyartunnilin í 1985: Gunnar Djurhuus, Eirikur Lind­en­skov, Zakarias Wang og Jákup Símun Simonsen

Tunnilsloysn við Suðuroyartunli, sum tekur bæði Skúvoy og Stóru Dímun við í verkætlanina

Greinin hjá Zakariasi Wang um Sandoyartunnilin í 14. September 26. februar í 1986