Ofta tykist at sorgarleikir henda upp undir høgtíðir. Fólk í bestu árum verða bráddliga tikin úr teirra lívsyrki; lívsstrongurin verður kvettur av.
Hetta gjørdist at enda greitt eftir leitingina seinastu dagarnar, at eingin av manningini á Sjóborgini, ið fórst út fyri Mýlingi í farnu viku, bar boð aftur í bý.
Hetta er ein stórur smeitur fyri Stranda bygd, sum hevur fostrað mangan dugnaliga sjómannin. Menn, ið løgdu alla orku í við stríð og strev at troyta havið fyri síðan at koma heim við góðum fongi. Hetta var teirra æra, hetta var teirra mið.
Slíkir menn byggja land, eru bygdini ein stoltleiki og komandi ættarliði ein fyrimynd. Teir løgdu nógv fyri og firnaðust ikki fyri at troyta Guds gávur við úthavsins strendur.
Í hesi sorgarløtu leita tankarnir til tey avvarðandi, til einkjur, foreldur, systkin og børn og til bygdarfólkið á Strondum, ið misti sínar menn og synir.
Vegna Føroya landsstýri og alt Føroya fólk vil eg við hesum vísa øllum avvarðandi av manningini á Sjóborgini djúpastu samkenslu í stóra sakni tykkara og lýsa frið yvir minnið um hesar, sum havið tók.
Harrin styrki tykkum í stóru sorg tykkara.
Føroya landsstýri, 6. apríl 1998
Edmund Joensen, løgmaður