Samkynd foreldur eiga at sleppa í barnsburðarfarloyvi, og fáa gjald úr barsilsskipanini, á jøvnum føti við onnur foreldur. Tað heldur Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn.
Og nú hevur hann so sent Helga Abrahamsen, landssýrismanni, sum varar av Barsilsskipanini, um hann ikki ætlar at broyta skipanina, so at samkynd foreldur fáa sama rætt til barnsburðarfarloyvi, og gjald úr barsilsskipanini, sum onnur foreldur.
Í hesum sambandi skal Helgi Abrahamsen fyrst greiða frá um hann veit um samkynd foreldur, sum hava søkt um gjald úr barsilsskipanini, men har bara annað av foreldrunum fær rætt til útgjald?
– Í dag eru samkynd foreldur fyri mismuni í mun til barsilsskipanina, staðfestur Bjarni Kárason Petersen. Sum lógin er nú, er tað nevniliga bara annað av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleika, og tískil hevur tað rættindi í barsilslógini sum stakur uppihaldari. Hitt foreldrið hevur eingi rættindi undir barsilsskipanini, hóast tey bæði rinda í barsilsskipanina sum skattagjaldarar, eins og øll onnur.
– Skulu tvey samkynd foreldur hava eitt barn, kann bert annað fara í barsilsfarloyvi.
Fáa tvær kvinnur eitt barn, verður barnsburðarfarloyvið bara latið kvinnuni, sum ber barnið.
Á heimasíðuni hjá barsilsskipnani stendur at hjá samkyndum fær annað foreldrið allar vikurnar í sín part, og hitt fær einki. Hetta er tí, at í barsilshøpi verða samkynd mett sum einsamøll við barninum. Hjá tveimum kvinnum er eingin pápi. Hjá tveimum monnum er eingin mamma.
Bjarni Kárason Petersen sigur, at í grannalondum okkara hava tey viðurkent heitini sammóður ella samfaðir, men í Føroyum hevur viðkomandi eingi rættindi, hvørki til barnið ella til sosialar tænastur.
– Ein viðkomandi trupulleiki hjá samkyndum foreldrum, er eisini spurningurin um ættleiðing og foreldramyndugleika, har ein av treyt fyri at verða góðkender, at tey, ið vilja ættleiða saman, skulu hava búð saman í minsta lagi 2 1⁄2 ár. Til tá ber ikki til at gerast løgfrøðiligt foreldur at barninum, og tað hevur týdning í sambandi við arv
Hetta málsøkið liggur tó undir Almannamálaráðnum, og Bjarni Kárason Petersen fer eisini at spyrja landsstýriskvinnuna í almannamálum um hesi viðurskiftini.