Samkynd foreldur fáa onga hjálp frá landsstýrinum

Samkynd foreldur skulu ikki vænta sær nakra hjálp frá landsstýrinum í sambandi við at fáa rættindi sum onnur foreldur. Tað ger Jenis av Rana púra greitt í samrøðu við mikudags Sosialin.

 

Kaj Leo Holm Johannesen segði í røðu síni á einum LGBTI seminari í Norðurlandahúsinum í gjár, at nú var ikki langt eftir á mál at tryggja rættindi hjá LGBTI persónum í Føroyum.

Hann vísti á í røðu síni, at í hansara tíð í politikki vóru tikin nøkur smá, men týdningarmikil fet á leiðini at tryggja LGBTI persónum í Før­oyum eina meiri virðiliga, opna og trygga tilveru í Føroyum. Tó er ikki liðugt enn.

– Tað er kortini ikki at siga, at vit eru komin á mál. Eg haldi, at vit skulu syrgja fyri at virða ta lóggávu, sum vit hava samtykt. Haraftrat haldi eg, at vit skulu syrgja fyri at gera tær fylgilógir, sum gera, at vit sum samfelag ikki gera mismun á minnilutabólkum, her­ undir LGBTI persónum, segði Kaj Leo Holm Jo­ hannesen.

Men her fer landsstýrismaðurin skeivur. Ein av sterku monnunum í landsstýrinum, Jenis av Rana, ger í samrøðu við Sosialin púra greitt, hetta als ikki kemur upp á tal.

– Hendan samgongan fer ikki at broyta eitt komma fyri at gera tað ónáttúrliga náttúrligt, sigur Jenis av Rana.

##med2##

Og við tað "ónátúrliga" meinar hann, at kvinnur eru giftar kvinnum og menn eru giftir onnum – og at hesi hjún skulu kunna hava børn á sama hátt sum onnur foreldur.

So hóast bæði Kaj Leo Holm Johannesen, Bárður Nielsen, løgmaður, og Johan Dahl, løgtingsmaður, hava lovað at loysa hetta málið, so verður tað ikki gjørt, sigur Jenis av Rana.

Formaður Miðfloksins leggur dent á, at hetta er ikki ein trupulleiki hjá samgonguni. Men ein trupulleiki innanhýsis í Sambandsflokkinum, sum flokkurin sjálvur má greiða.