Samkynd um allan heim fegnast um, at amerikanski forsetin, Barack Obama, alment hevur sagt, at hann tekur undir við, at tvey av sama kyni kunnu verða vígd. Obama legði kortini afturat, at teir einstøku statirnir í USA skulu framhaldandi hava rætt til at gera av, um teir loyva samkyndum hjúnarlagi ella ikki.
Tað eru ellivu ár, síðani tey fyrstu samkyndu fingu loyvi til at verða vígd. Tað hendi, tá Niðurlond sum tað fyrsta í heiminum samtykti at loyva fólki av sama kyni at ganga í hjúnarband.
Síðani eru fleiri lond komin afturat, seinast Ísland og Argentina fyri tveimum árum síðani, og í juni kemur Danmark á listan sum tað 11. landið, ið loyvir hjúnarbandi millum tveir menn ella tvær kvinnur.