Í fyrrpartssendini á Rás2 kemur seinni partur av samrøðu við Sigrid Sighvatsson, ið saman við manni sínum hevur ættleitt eina indiska gentu. Samrøðan kemur á leið kl. 10.35 Fyrri parturin snúði seg um lívslæruna, Fengsui, sum skálakvinnun, Sigrid Sighvatsson, sum býr í Hou sunnanfyri Århus, hevur dyrkað í fleiri ár.
Seinni partur kemur nú fyrrapartin og snýr seg um ættleiðing. Sigrid Sighvatsson og maður hennara, Kartin Leittisstein Hansen úr Runavík, ættleiddu í 2007 eina gentu úr Suður-India.
Fyri tey, sum ikki hoyra Rás2 í lurtitólinum, ber til at lurta beinleiðis á internetinum, www.ras2.fo.
Hendan samrøðan stóð eisini at lesa í Jólablaðnum hjá Sosialinum í desember.