Sjálvstýrisflokkurin og samgongan halda seinnapartin í dag fram við at tosa um møguleikarnar fyri samstarvi Eingin almenn niðurstøða kom frá Sjálvstýrisflokkinum, eftir at tingmanning og landsnevnd seint seinnapartin í gjár høvdu fund um politisku støðuna.
Fundurin var í Klaksvík, har sjálvstýrisfólk fundaðust frá klokkan fimm og til klokkan átta.
Tað skilst á lagnum, at Sjálvstýrisflokkurin og løgmaður hava gjørt av at hittast seinnapartin í dag at tosa saman.
Sjálvstýrisflokkurin hevur áður boðað frá, at hann ynskir ikki at vera fastur stuðulsflokkur hjá minniluta landsstýrinum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldinum og Miðflokkinum.
Formaðurin í landsnevndini, Jan A. Joensen, hevur sagt, at flokkurin ivast í, um samgongan er arbeiðsfør, tí hon ikki er innanhýsis samd í stórum málum.
Sjálvstýrisflokkurin og samgongan tosa nú um, hvørji mál á løglistanum, sum løgmaður legði fram í ólavsøkurøðuni, semja kann verða um. Á hinari síðuni vil Sjálvstýrisflokkurin hava samgonguna at taka undir nøkrum av av málunum, sum flokkurin hevði í valskránni.