Samráðast um sáttmála fyri nýggja vaktarskipið

Tað fara ongir yvirmenn umborð á nýggja vaktarskipið, sum nú verður gjørt liðugt í Noregi, fyrrenn sáttmáli er gjørdur. Og enn eru partarnir ongan veg komnir

 

Ósemja um nýggjan sáttmála kann føra við sær, at nýggja vaktarskipið, sum nú verður bygt í Noregi, ikki kemur til Føroya so skjótt sum ætlað.

Tað er skipara-og navigatørfelagið, sum vil hava ein nýggjan sáttmála fyri limir sínar, sum skulu við skipinum.

Formaðurin í felagnum, EllinturAbrahamsen, sigur, at verður ikki nýggjur sáttmáli gjørdur, verður skipið heldur ikki loyst frá kei í Noregi, tí sjólógin krevur sáttmála, fyri at tað skal kunna sigla.

Og tað er onki løgið í, at skipara-og navigatørfelagið vil hava nýggjan sáttmála um manningina, sum skal sigla við tí nýggja skipinum.

Tí tað stendur í sáttmálanum, sum er í gildið, at tá ið nýggj skip koma, skal samráðast um lønarviðurskiftini av nýggjum, sigur Ellintur Abrahamsen.

Enn røkist onki fyri, at sáttmáli verður gjørdur. Og nú fer tíðin so smátt at ganga undan, tí nýggja vaktarskipið skal latast landsstýrinum í komandi mánaða.

Eftir ætlan skuldi tað latast landsstýrinum fyrst í komandi mánaða, men tað er eitt sindur seinkað, og nú verður tað ikki latið fyrrenn seinni í oktober. Eitt nú hevur verkfall í Noregi ført seinkingar við sær.

Enn hava ongar samráðingar verið ímillum Skipara- og navigatørfelagið og lønardeildina hjá landsstýrinum.

Men Ellintur Abrahamsen sigur, at mikudagin var ein kunnandi fundur, har sjónarmið vórðu løgd fram.Ætlanin var so, at samráðingar skuldu vera aftur seinni í hesi vikuni


Lønin í kjallaranum

Ellintur Abrahamsen vil ikki úgreina, hvørji lønarkrøvini, men tað skilst kortini, at tað er ikki frítt.

-Lønin hjá okkum er í kjallaranum, tí hon er alt ov lág.Vit fáa at kalla tað sama í skattskyldugari løn, sum tey, ið sigla við líknandi skipum í londunum rundanum okkum hava eftir í løn, tá ið skatturin er goldin, sigur hann. Tí er tað stórur munur á lønarkrøvunum til tann nýggja sáttmálanum enn lønin er eftir sáttmálanum, sum er í gildið.

Hann vísir eisini á, at teir, sum sigla við teimum almennu skipunum, Vaktar- og bjargingartænastuni, Strandferðsluni og Magnus Heinason, eru tey einastu sjófólkini, sum ongan skattafyrimun hava. Øll onnur sjófólk hava skattafrádráttir, sum vit ikki fáa.

Hann vísir eisini á, at tað er stórur munur á lønini hjá teimum, sum sigla við Strandferðsluni og teimum, sum sigla við Vaktartænastuni.

-Vit hava eina betri fasta løn, enn teir fáa, men tilsamans er okkara løn nógv lægri.

Ellintur Abrahamsen leggur dent á, at við hesum hevur hann ikki sagt, at teir hjá Strandferðsluni fáa ov nógva løn, tí teir fáa eisini nógv minni løn enn teir fáa, sum sigla við ferðamannaskipum í grannalondum okkara

- Tað er okkara løn, sum er alt ov lág, og tað tað eigur at verða betri samsvar í, heldur hann.

Hann leggur afturat, at krøvini um broytingar í lønini eru so mikið, at tað er neyðugt, at lønardeildin má eisini fáa undirtøku frá politiska myndugleikanum.