Seinastu vikuna hevur føroyski áleyparin Finnur Justinussen verið í samráðingum við Hvidovre IF, um eina avtalu fyri komandi kappingarár. Hetta er tíverri miseydnað og Finnur Justinussen stendur enn uttan eitt felag.
Hetta kunnger agenturin Hans Jacob á Líknargøtu, men hann vil ikki siga neyvt, hvat ósemjan var um.
Finnur er nú 30 ára gamal og spældi síðsta kappingarár við Næstved Boldklub, har hann hevði nøkur strálandi avrik.
Finnur Justinussen hevur seinastu tíðina hildið seg í gongd við ÍF Føroyum, men leitar eftir einum nýggjum felagi.
Kelda: Bold.dk