TRÝST á PÍLIN undir báðum MYNDUNUM, og hoyr frá Rás2 fýra samrøður, ið Óli G. Samuelsen, frásøgumaður gjørdi í høllini á Hálsi aftaná minniliga dystin millum U20 flogbóltsmanslandsliðini hjá Føroyum og Luksemborg. Føroyar vunnu dystin 3-2. Luksemborg var annars á odda 2-0 í settum.
Á ljóðfíluni hoyrast samrøður við:
1) Ein sera væl nøgdan formann í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen sum fegnast um ein væl avgreidda kapping, og eitt gott samlað føroyskt avrik, ið gav U20 manslandsliðnum eitt annað pláss í kappingini.
2) Samuel Marinho Navais, libero hjá Luksemborg sum var glaður fyri at vinna kappingina, og staðfesti ein ógvuliga harðan dyst ímóti Føroyum í dag. Hann vónar at koma aftur til Føroya sum ferðamaður skjótt, tí hann heldur, at landið er sera vakurt, og føroysku kvinnurnar eru ikki minni vakrar.
3) Andreas Luði Reinert Zachhau, hagtalsmann til kappingina.
4) Hans Simonsen, hjálparvenjara hjá føroyska U20 landsliðnum, sum er stoltur av avrikinum hjá sínum spælarum.
Við at trýsta HER ber til at hoyra hæddarpunktini frá dystinum millum Føroyar og Luksemborg. Óli G. Samuelsen var frásøgumaður, og Hans Fróði Jensen var viðmerkjari.