Samrøður: Liljan Djurhuus (VÍF) og Karin Højsted (H71)

(Rás2) Hoyr tað sum Liljan Djurhuus hjá VÍF og Karin Højsted høvdu at siga um dystin VÍF-H71 36-30 (21-14)

Vestmannakvinnur eru greitt á odda í hvonndeildini og stýra beint ímóti FM-finalunum.

 

VÍF vann á heimavølli 36-30 (21-14) á H71, og samstundis tapti Kyndil 21-23 (10-11) ímóti Neistanum.

 

VÍF er greitt á odda við 34 stigum. Kyndil er nummar tvey við 28 stigum. VB er nummar trý við 25 stigum. Neistin er nummar fýra við 17 stigum.

 

Aftaná dystin í Vestmanna fekk frásøgumaðurin hjá Rás2, Hilmar Jan Hansen orðið á toppskjúttan hjá VÍF, Liljuna Djurhuus sum skoraði 11 mál fyri VÍF. Hilmar Jan Hansen prátaði eisini við Karina Højsted hjá H71.

 

Liljan Djurhuus ásannar, at tað var ikki uppá verjuspælið VÍF vann á H71 í kvøld, men hon greiðir frá, at tær vildu eisini royna ymiskt og lata onkrar av teimum yngru fáa møguleikan í kvøld.

 

Karin Højsted fegnast um, at H71 var so væl við í dystinum í kvøld, og hon heldur, at unga H71-liðið mennist bæði likamliga og sálarliga av avbjóðingum tær hava fyrsta kappingarárið í bestu hondbóltsdeildini. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen hevði við Liljuna Djurhuus hjá VÍF og Karina Højsted hjá H71.