Samrøður: Peter Krogh og Sonni Larsen (H71)

(Rás2) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan, Peter Krogh og Sonni Larsen, venjara hjá H71

Fyrra FM-finalan hjá monnum millum Neistan og H71 endaði við javnleiki 25-25. Støðan í steðginum var javnleikur 14-14. Vinnur annað liðið 2. FM finaluni í Hoyvíkshøllin leygarkvøldið er tað liðið FM-vinnari 2018. Endar dysturin aftur við javnleiki verður talan um eina triðju FM-finalu sunnukvøldið-

 

Neistin-H71 25-25 (14-14)

 

 

Neistin: Rasmus Søby 7, Høgni  Zachariassen 5, Tróndur Kragesteen 3, Torkil Hentze 3, Rune Olsen 2, Carl Herup Olsen 1 og Jónsvein Dulavík 1


H71: Peter Krogh 10, Mark Marcher 6, Rúni Vest Højgaard 3, Sigmundur Nolsøe 2, Andor Sivertsen 2, Leivur Mortensen 1 og Sigmundur Dahl 1

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Peter Krogh, ið skoraði 10 mál fyri H71.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá H71, Sonni Larsen.

 

Bæði Peter Krogh og Sonni Larsen ergra seg um, at Neistin fekk javnað heilt ímóti dystarenda, men teir leggja dent á, at H71 vanliga er eitt sterkt heimalið, og tí hava teir góðar vónir um, at onnur FM-finalan kann koppa til H71.

 

Sonni Larsen greiðir frá, at hann vildi ikki satsa ov nógv tí fáa sekundini sum vóru eftir aftaná Neistin hevði javnað til 25-25: - Eg vildi heldur hava javnleik enn minus eitt mál, greiðir Sonni Larsen frá.

 

Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Rasmus Søby og venjaran hjá Neistanum, Jeppe Borch hoyrast HER

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av spennandi dystarendanum, og samantøkan hjá viðmerkjaranum, Teiti Joensen hoyrast HER