Samrøðurnar vóru truplar men týdningarmiklar

- Støðan hjá pørtunum er ymisk, og tí eru samráðingarnar eisini truplar, sigur Volodymyr Zelenskyj

 

 

 

– Samrøðurnar í Genéve vóru truplar, men tær vóru týdningarmiklar.

 

Tað sigur Kyrylo Budanov, sum er skrivstovuleiðari hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

 

Í gjár og í dag hava verið samrøður millum umboð fyri Ukraina, Russland og USA í Genéve.

 

Sambært forsetanum vóru tað fangaumbýti og humaniterir spurningar, sum vóru á skránni í dag.

 

Í gjár segði ukrainski forsetin, at støðan hjá pørtunum er ymisk, og tí eru samráðingarnar truplar.

 

Volodymyr Zelenskyj segði eisini, at fleiri fundir milllum partarnir eru ætlaðir.