Neyðhjálp
Kári Durhuus, fjølmiðlaráðgevi á Smyril Line, sigur, at samskiftið, sum felagið hevur havt við sjóbjargingarstøðina, MRCC Tórshavn, nú farmaskipið, Clare, hevur rikist í illveðrinum í Norðsjónum, hevur verið sera gott.
- Vit hava einki beinleiðis samband havt við skipið, síðan sjógvurin rakti seinnapartin sunnudagin, tí samskiftisútgerðin virkar ikki. Clare hevur bara havt WHF?in til samskifti, og hann hoyrist ikki so langan veg.
Kári sigur, at MRCC Tórshavn hevur havt neyvt samband við MRCC í Aberdeen, og føroyska sjóbjargingarstøðin hevur alla tíðina kunnað Smyril Line um gongdina.
- Vit eru sera væl nøgd við hesa kunning, sum eg haldi hevur virkað fyrimyndarliga, nú ikki slepst í beinleiðis samband við skipið, sigur Kári Durhuus.