Samskip sigla á Klaksvík

Íslendska flutningsfelagið Samskip fer í framtíðini at leggja at í Klaksvís á veg úr Íslandi til Immingham í Stórabretlandi. Farmaleiðir hjá Strandferðsluni hevur í hesum sambandi fingið avtalu um skipaavgreiðslu og flutning í Føroyum.

1. apríl verður ein nýggjur møguleiki hjá útflytarum at fáa sína vøru á bretska og evropeiska marknaðin. Tá fer farmaskipið Skaftafelli hjá íslendsku flutningsfyritøkuni Samskip at leggja at í Klaksvík, á veg av Reyðafirði í Íslandi til Immingham í Bretlandi. Í fyrstu atløgu verður siglt á Klaksvík 14. hvønn dag.
Í hesum sambandi hevur Farmaleiðir hjá Strandferðsluni fingið í lag avtalu við íslendska reiðaríið. Farmaleiðir skal avgreiða allan farmin hjá Samskip í Klaksvík, og harumframt skulu Farmaleiðir taka sær av flutningi til og úr Klaksvík.
- Hetta kemur væl við, sigur Heini á Borg, leiðari á Farmaleiðum, og vísir á, at flutningurin hjá teimum annars er minkandi.
Heini á Borg dugir tó ikki at siga, hvussu stóran týdning avtalan hevur fyri Farmaleiðir. Tað veldst um, hvussu nógvan farm, talan verður um at avgreiða.
Fyri Farmaleiðir verður ikki talan um at gera nakra íløgu afturat í Klaksvík. Fyritøkan fær ein stóran trukk, ið kann lyfta konteynarar, frá Samskip, og í fyrstu atløgu kunnu verandi starvsfólk hjá Farmaleiðum í Klaksvík røkja hesa uppgávuna afturat.
Skaftafelli er bygdur í 1997. Skipið er 120 metrar langt, stingur 6,4 metrar og lastar 364 20-fóts konteynarar.
Áramál er ikki sett á avtaluna millum Samskip og Farmaleiðir, tí enn er ov tíðliga at siga, hvørt farleiðin fer at bera seg í framtíðini. Í næstum fer Samskip at seta eitt sølufólk í Føroyum.