Týskvøldið hin 21. januar vóru skúlastýrini fyri kommunalu skúlarnar kring Skálafjørðin samlað til ein felags fund í Tofta skúla.
Endamálið við fundinum var at økja um vitanarspjaðingina millum skúlastýrini, soleiðis at súlastýrini á henda hátt kunnu læra av hvørjum øðrum og fáa hugskot.
- Øll skúlastýrini greiddu stutt frá, hvussu tey arbeiða, og hvat hevur fylt mest seinastu árini. Tað var sera áhugavert at hoyra um alt, sum kom fram.
Tað sigur Nes kommuna á síni heimasíðu í dag.
- Eitt evnið, sum skúlastýrini høvdu sett á skrá, var at tosa um, hvussu samstarvið millum heim og skúla er í hvørjum einstøkum skúla.
Undirtøkan fyri felags fundinum var sera góð, og avtalað varð, at skúlastýrini skulu hava ein tílíkan fund einaferð um árið. Fyrst í komandi ári verður fundurin so í Runavíkar kommunuskúla
Eftir fundin millum skúlastýrini við Skálafjørðin var høvi at síggja umstøðurnar í Tofta skúla.