Samstarv um tíðindaflutning frá OyL

Oyggjaleikir: Oyggjaleikirnir byrja um vikuskiftið, og eins og undanfarin ár fer Sosialurin at hava fólk á staðnum. Men tað er ikki alt. Saman við Føroya Tele og Útvarpinum hevur Sosialurin gjørt eina heimasíðu, har møguleiki verður hjá fólki at fylgja við í tí, sum fyriferst á Gotlandi

Komandi vikuskiftið byrja áttandu oyggjaleikirnir, sum vera á Gotlandi.

Ein hópur av føroyskum ítróttarfólki hava vant sera miðvíst seinastu nógvu mánaðirnar fyri at vera so væl fyri sum á nakran hátt gjørligt, tá stóra løtan upprennur.

Nú fer tíðin at nærkast av álvara, og tað merkir, at tað ganga bert nakrir fáir dagar til okkara fremstu ítróttarfólk innan badminton, bogaskjóting, frælsan ítrótt, flogbólt, svimjing, borðtennis, súkkling og tennis sleppa at vísa hvat tey duga, í kapping við onnur ítróttarfólk.

Hjá nógvum av okkara ítróttarfólkum eru oyggjaleikirnir tað tiltakið, sum tey mest av øllum síggja fram til, og sum tey mest av øllum ynskja at verða við í.

Tað er til slíkar kappingar, at tey kenna seg best, og hava bestu møguleikarnar at gera seg galdandi.

Slík hugsan er alla æru verd, og eigur uttan iva fullan uppbakning frá okkum, sum sita eftir.

Gongdin í heiðursmerkjatalinum sigur eisini nakað um, at okkara ítróttarfólk, veruliga hava lagt doyðin í fyri at klára seg væl.

Fyrstu ferð Oyggjaleikirnir vóru á oynni Man komu føroysku ítróttarfólkini aftur við trimum heiðursmerkjum, og seinast oyggjaleikirnir vóru, fyri tveimum árum síðani á Jersey, komu føroysku ítróttarfólkini aftur við 37 heiðursmerkjum. Fimm gullmerkjum, 10 silvurmerkjum og 22 bronsumerkjum.

Ein einastandandi framgongd, sum krevur at vit vísa ítróttarfólkinum respekt.


Allir fjølmiðlarnir viðSum vera man, tá slíkt stórtiltak fer av barkastokki, eru allir fjølmiðlarnir umboðaðir.

Tíðindavirðið í oyggjaleikunum er stórt. Ikki bara tí tað er ítróttur, men líka so nógv fyri at hoyra, lesa og síggja hvussu leikur fer.

Sosialurin fer eisini at hava fólk á staðnum, sum fer at senda tilfar heim til blaðið.

Men umframt tað, so hava Sosialurin, Útvarpið og Føroya Tele gjørt eina avtalu um samstarv við eini heimasíðu á Internetinum, har allir føroyingar - bæði burturi og heima - kunnu fylgja við í tí, sum fyriferst niðri á Gotlandi.

Heimasíðan hevur fingið navnið www.ol.fo og á henni verður møguligt at fylgja gongdini gjøgnum allan dagin.

Tíðindi av Gotlandi verða løgd inn á heimasíðuna allar dagarnar, og vit fara at gera tað vit kunnu fyri at tíðindatænastan kann verða so góð, sum yvirhøvur tilber.

Umframt tíðindini frá Sosialinum fer Útvarpið eisini at leggja allar ljóðfílar inn á heimasíðuna soleiðis, at fólk, sum ikki eru í Føroyum, ella tey, sum eru bundin av øðrum uppgávum, kunnu fylgja við, tá tey hava stundir til tess.

Ein tænasta, sum ikki er roynd í Føroyum fyrr - á henda hátt í hvussu er, men sum er vorðin møgulig við teimum tøkniligu framstigunum.


Føroya Tele

høvuðsstuðul

Føroya Tele er farin inn í samstarvið við fjølmiðlarnar av teirri orsøk, at tey, eins og flestu aðrir føroyingar eru áhugaðir at vita hvussu tað gongur hjá okkara ítróttarfólki, og ikki minst tí at fyritøkan er høvuðsstuðul hjá føroyska oyggjaleikabólkinum. Í tí sambandi hevur Føroya Tele latið øllum føroysku luttakarunum venjingarbúnar.

Til seinast kann nevnast, at tað í seinastu viku eydnaðist Føroya Tele at gera avtalu við Europolitan um eina GSM samskifti.

Europolitan er svenskur kervisveitari og netið hjá teimum fevnir eisini um Gotland.

Henda avtalan ber í sær, at tað ber til hjá føroyingunum, sum fara til Gotlands at brúka GSM telefonina haðani.

Saman við Útvarpinum og Føroya Tele ynskja vit føroyska bólkinum góða eydnu á Gotlandi