Samstarva um at basa innræsnu plantunum

Vit mugu standa saman og taka felags tøk, so innræsin plantusløg ikki taka yvir føroysku náttúruna. Hetta var niðurstøðan á tiltakinum Øra Skøra, sum Náttúrunetverkið við Runavíkar kommunu á odda skipaði fyri í síðstu viku. Náttúrunetverkið varð stovnað av Umhvørvisstovuni í 2021

Nógv eldhugað fólk vóru møtt í Løkshøll mikukvøldið í síðstu viku at viðgera trupulleikarnar við innræsnum plantum, sum gera um seg í føroysku náttúruni. Sum dømi um slíkar innræsnar plantur kunnu nevnast garðaskøran, sponsk hindber og blóðdroparunnur, vælkend undir navninum fuchsia. Ein nýggj altjóða frágreiðing vísir nevniliga, at innræsnar plantur eru orsøk til størsta partin av minkingini í náttúrufjølbroytni, og tí fegnast fyriskipararnir um stóra áhuganum fyri at basa plantunum her heima.

 

Tiltakið byrjaði við, at serfrøðingar greiddu frá, hvat innræsin plantusløg eru, hvussu arbeitt verður við hesum í Føroyum, um hvussu einstaklingar kunnu fyribyrgja og týna plantunum í nærumhvørvinum. Síðani var pallborðskjak við Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingi, Búgva Róin, gartnara, Peturi Hansen, býráðslimi úr Runavíkar kommunu og Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum. Sigrid J. Dalsgaard stýrdi orðaskiftinum, og vóru øll á einum máli um, at neyðugt er at samstarva fyri at røkka málinum. Nevnt varð eisini, at felags tøk eru neyðug, so ein og ein kommuna ikki noyðist at brúka orku uppá at finna egnar loysnir.

 

Fleiri spurningar og viðmerkingar vóru úr salinum, og millum annað var skotið upp, at vit eiga at skipa fyri einum árligum ruddingardegi, har øll fara út at týna innræsin plantusløg, umframt at kunning um fyribyrging og týning eigur at verða borin í húsini. Pallborðið tók væl ímóti hugskotunum.

 

Hetta almenna tiltakið hjá Náttúrunetverkinum var tað síðsta hjá Runavíkar kommunu á hesum sinni. Tórshavnar kommuna tekur nú við stafettini og kemur at leiða Náttúrunetverkið komandi árið.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##