Samstarvsavtala við Søfartens Ledere

Stórt tal av føroyskum navigatørum sigla í danska handilsflotanum. Nógvir av hesum eru fyrrverandi limir hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag. Á aðalfundi felagsins millum jóla og nýggjárs segði formaðurin, Eyðstein Djurhuus, at FSN javnan fær fyrispurningar frá fyrrverandi limum, sum nú eru í Søfartens Ledere, um ymisk viðurskifti.

– Hetta eru eitt nú spurningar um skatta- og almannamál og spurningar um útbúgving og vinnubrøv. FSN vil sjálvsagt hjálpa eftir førimuni.

Eyðstein segði, at danska Navigatørfelagið, sum nú eitur Søfartens Ledere, hevur 203 virknar limir, sum búgva í Føroyum.

- Tað kann verða torført at meta um, hvussu nógvir føroyskir navigatørar sigla undir DIS, men eitt tal uppá 500 er helst ikki av leið. Hetta sigur okkum, at nógvir ikki eru limir í fakfelag og soleiðis spæla fríspæl, men fáa fyrimunirnar av, at onnur gjalda fyri at hava ein skipaðan sáttmála, segði Eyðstein Djurhuus, sum legði aftrat, at FSN og Søfartens Ledere seinastu tíðina hava arbeitt við at gera eina samstarvsavtalu, sum skal gagna limunum í báðum feløgunum.