Samt fólkating tekur undir við marknaavtalu

Marknaavtalan millum Føroyar og Bretland varð løgd fyri fólkatingið nú um dagarnar og var til 1. viðgerð í gjár.

Ein av teimum fáu, sum tóku orðið var føroyski fólkatingsmaðurin Jóannes Eidesgaard, sum í einum stuttum innleggi greiddi frá gongdini í málinum og annars lat fólkatingið vita støðu sína og hana hjá einum samdum løgtingi.

Eftir viðgerðina á fólkatin gi tosaðu vit við Jóannes Eidesgaard, sum sigur seg vera væl nøgdan við viðgerðina á fólkatingi. Hann roknar við, at eitt samt fólkating tekur undir við henni.

So er er bert eftir at fáa avtaluna fyri bretska parlamentið uppá pláss.