SJK Seinäjoki keypti fyrr í vikuni 21 ára gamla Samuel Johansen Chukwudi frá HB. Felagið vil einki siga um fíggjarligu viðurskiftini, men tað ljóðar at prísurin liggur upp í móti eini hálvari millión krónum.
Tað stemmar rímiliga væl við fleiri av sølunum, sum føroysk feløg hava gjørt í seinastuni. Eitt nú var prísurin fyri Gunnar Vathamar, sum skifti frá Víkingi til íslendska Víking Reykjavík, um 400 túsund krónur. Tað var fyri tveimum árum síðani.
Samuel Johansen Chukwudi er nakað yngri og SJK Seinäjoki sær heilt víst fyri sær, at føroyski miðverjin við tíðini kann seljast víðari. Føroyski U21-landsliðspælarin, sum eisini hevur spælt við manslandsliðnum, hevur sett sær stór mál í nýggja felagnum.
- Eg havi tosað við venjaran og gleði meg at koma í gongd. Komandi kappingarár skulu vit spæla í Conference League og málið er at klára okkum væl. Eisini í landskappingini, har málið er at klára seg betri enn í fjør og bjóða teimum stóru feløgunum av, sigur miðverjin og leggur afturat:
- Persónliga havi eg sett mær fleiri mál. Eg vil menna meg sum spælara og eg haldi at SJk er eitt gott felag at menna meg í.
Samuel J. Chukwudi hevur gjørt ein tvey ára sáttmála, sum kann leingjast við einum ári. Á heimasíðuni verður føroyski spælarin lýstur sum ein stórur og kraftmikil miðverji, ið hevur sína styrki í luftspælinum. Seinäjoen Jalkapallokerho bleiv nummar fýra í fjør í bestu finsku deildini. Talan er eitt felagið, sum eftir kappingarárið 2023 seldi spælaran Terry Yegbe til IF Elfsborg fyri millum fýra til fimm milliónir krónur.