Samuel og liðfelagarnir vunnu stórsigur

SJK Seinäjoki eru seks stig frá oddinum

Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki á útivølli vunnu stórsigur 4-0 á Jaro í dysti í bestu finsku fótbóltsdeildini.

 

Longu tá 34 minuttir vóru leiktir var SJK á odda 3-0. Kasper Paananen skoraði fyrsta og annað málið, meðan Jeremiah Streng skoraði annað málið. Tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini staðfesti áleyparin úr Benin, Olatoundji Tessilimi sigurin. 

 

SJK er nummar fimm í deildini við 37 stigum. SJK hevur seks stig upp til oddaliðið, Inter Turku sum hevur 43 stig.

 

Samuel og liðfelagarnir hava tryggjað sær pláss í ovara endaspælinum. Teir skulu leika tveir dystir aftrat í grundspælinum. Tann fyrri av teimum verður á útivølli móti Hala komandi mánadag klokkan 16. Tað er klokkan 18 finska tíð.