Føroyski verjuskansin, Samuel Chukwudi spældi allan dystin, og hann skoraði málið, tá lið hansara, SJK Seinäjoki leikti javnt 1-1 móti Ilves í heimadysti í bestu finsku fótbóltsdeildini.
Samuel legði SJK á odda í 15. minutti aftaná gott upplegg frá Jeremiah Streng. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Ilves við einum brotssparki.
Ilves hevði væl fleiri málmøguleikar enn SJK, so Samuel og liðfelagarnir kundu helst liva við javnleiki.
Samuel hevur skotið trý mál fyri SJK hetta kappingarárið.
SJK er nummar fimm í deildini við 25 stigum fyri 15 dystir.
Komandi hósdag klokkan 17 - klokkan 19 finska tíð - spæla SJK og KÍ fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League. Eina viku seinni sleppur Samuel ein túr heim til Føroya, tí tá spæla KÍ og SJK seinnu uppgerðina á vøllinum við Djúpumýrar í Klaksvík.