Tað var samvitskan hjá Finni Helmsdal, sum forðaði honum at atkvøða fyri uppskotinum hjá Pálli á Reynatúgvu um at taka av lógina um stuðul til uppihaldspening, ið fráskild skulu rinda fyrrverandi maka ella ógift skulu rinda børnum hjá sær undir 18 ár.
Mikil orðadráttur stóðst í løgtinginum fríggjadagin, tá Finnur Helmdsdal, sum hevur sæti á tingi sum varamaður fyri Annitu á Fríðriksmørk, noktaði at atkvøða fyri uppskotinum hjá Páll á Reynatúgvu.
? Eg havi ikki samvitsku at atkvøða fyri einum slíkum uppskoti, sum ger tað fíggjarliga tyngri hjá einum bólki, sum frammanundan hevur tað tungt, sigur Finnur Helmsdal, sum als ikki skilir grundgevingarnar hjá meirilutanum í Trivnaðarnevndini.
Meirilutin í Trivnaðarnevndini (Jørgin Niclasen, Jenis av Rana, Rúni Hentze, Marjus Dam og Alfred Olsen) siga m. a. í álitinum, at »meirilutin fegnast um, at uppskotið javnstillar gift og ógift soleiðis, at tað ikki verður ein fíggjarligur ófyrimunur at liva saman gift«.
? Tað einasta, sum eg fái burtur úr hasum er, at nøkur fólk, sum kanska av átrúnaðarligum orsøkum eru trælabundin í einum hjúnarbandi, sum tey vilja sleppa burturúr, nú kunnu gnýggja sær í hondunum, tí onnur nú verða verri fyri. Har er als eingin logikkur í hasum setninginum, segði Finnur Helmsdal í løgtinginum fríggjadagin.
Hann heldur, at hesin margháttligi setningurin varð funnin, tí at meirlutin eingi verulig argument hevði fyri at samtykkja uppskotið.
Finnur hevur persnónlig motiv
Tá Finnur Helmsdal boðaði frá støðu síni í løgtinginum, boðaði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður frá, at hann tók uppskotið aftur. Men samstundis nýtti hann høvi frá tingsins røðarapalli at harta Finn Helmsdal.
? Hetta líkist einum misáliti, og mær tykir tað ógvuliga løgið, at ein varaløgtingsmaður kemur við so sterkum ákærum, og at hann kemur við hesum so seint í forløpinum, segði Páll á Reynatúgvu.
Víðari segði hann, at hann helt, at Finnur Helmsdal hevði persónlig motiv til at handla á henda hátt, og at hann vildi baka sína egnu kaku.
? Tað er einki at ivast í, at Finnur Helmsdal heldur enn fegin vildi sitið í landsstýrissessinum, sum Páll á Reynatúgvu situr í, segði landsstýrismaðurin, og legði afturat, at gerðin hjá Finni Helmsdal luktaði av øvund.
Finnur hevur boðað frá
Men tað passar ikki, at Finnur Helmsdal ikki hevur boðað frá støðu síni í góðari tíð.
? Eg havi fyri langari tíð síðani boðað bæði Páll á Reynatúgvu og Høgna Hoydal frá støðu míni, og bað Høgna Hoydal um at fáa málið tikið upp í flokkinum, men einki hendi, sigur Finnur Helmsdal.
Tað harmar Finn Helmsdal, at lokal áhugamál altíð verða tikin framum, tá sparingar skulu finnast. Hann sigur, at landsstýrismenn o. o. sálda fyrst tað frá, sum gevur teimum atkvøður, og tí verður spart eitt nú á hesum øki, har fólk frammanundan eru illa fyri og illa fáa vart seg. Her er tað, at samvitskan hjá Finni Helmsdal sigur stopp.
Finnur Helmsdal sigur, at hann veit dømi um menn, sum rinda einar 50.000 kr árliga í uppihaldspeningi. Hjá teimum merkir tað, at 25.000 krónur í einum verða tiknar.
? Tað er ikki rímuligt, og er tað so, at tað kortini er politiski viljin, at hesin stuðul ikki skal latast, so hevði tað verði rímuligt at tikið hann í stigum, heldur Finnur Helmsdal.
Finnur Helmsdal er heldur fáorðaður, tá vit spyrja hann um brikslið um, at hann er fornermaður.
? Eg tími ikki at úttala meg um hatta, fólk kunnu sjálv meta um, hvat tey halda um Páll á Reynatúgvu, og tað hann, hann ger. Men eg eri als ikki fornermaður, eg havi tað fínt, havi eitt gott starv.
Finnur Helmsdal viðgongur, at hann helt seg vera eitt boð upp á landsstýrismann, men at flokkurin valdi nakað annað, og tað er so tað. Hann leggur skemtandi afturat, at nógvir øvundaðu Richard Burton, tá hann fekk Elizabeth Taylor?
Upp á fyrispurningin um støðu sína í Tjóðveldisflokkinum eftir hetta, sigur Finnur Helmsdal, at var hon ring áðrenn, so verður hon verri nú.
Finnur Helmsdal er ikki tingmaður meira, tí nú hevur Annita á Fríðriksmørk tikið sætið aftur. Hon hevur verið í barnsburðarfarloyvi síðani 19. februar.