Sandavágsmenn eru øgiligir

6-mannafør menn: Skúgvur var sera stinnur í endaspurtinum, og er nú greiður FM favorittur

Skúgvur úr Sandavági vann í dag fyri fjórðu ferð í ár og hevur fult stigatal og er greiður FM favorittur.

 

Soleiðis sá tað ikki út, at tað fór at enda, tá ið startspurturin var av. Fleiri aðrir bjóðaðu seg fram, og Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag og Hvalurin hjá eiðismonnum vóru teir fremstu, og aðrir bjóðaðu eisini av.

 

So var tað, at favorittarnir úr Sandavági funnu á rætta lagið. Skúgvur fann av álvara flogið, hann bjóðaði teimum, høvdu havt besta startin av, og fram ímóti málinum skúmaði Skúgvur frá hinum.Í kappingini um næstfremsta plássið vóru tað eiðismenn umborð á Hvalinum, sum vunnu kappingina ímóti havnarmonnum umborð á Víkingi.

 

##med2##