Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
?Tingið hevur í tveimum fyrispurningum viðgjørt Sandoyartunnilin, og er tað ein veruleiki, at viljin at gera Sandoyartunnilin er stórur.?Í morgum bar Kringvarpið tíðindi úr tinginum, og varð sagt, at álitið at gera Sandoyartunnilin kom ikki í hesi tingsetuni, og hava flest fólk sjálvsagt miskilt hesi tíðindi.?Tá sagt verður soleiðis meinast tað við, at anlegslógin kemur fram á ólavsøku.?Tað sum Bjarni Djurholm segði var:?1) at kanningarnar vórðu lidnar í mai?2) at flokkarnir skulu fáa álitið áðrenn summarsteðgin.?3) at verklagslógin skal leggjast fyri tingið á ólavsøku, og tá byrjar ein nýggj tingseta, og tað er tað, sum fólk hava misskilt.?Hetta havi eg skriftliga frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni og løgmanni Jóannes Eidesgaard.